Seinastu dystirnar hevur Atli spælt í miðverjuni hjá Frem, men nú slapp hann aftur at royna seg á miðvøllinum, har hann spældi allan dystin. Sambært heimasíðuni hjá Frem spældi liðið væl í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gekk verri, og danska liðið tapti dystin 2-0.