Atlantsmótið er í bíðistøðu

Talið á føroyskum luttakarum á oljumessuni í Aberdeen er ikki í nánd av tí, sum tað plagdi at vera

Sosialurin, Aberdeen: Avmarkaða føroyska luttøkan á altjóða oljumessuni í Aberdeen í hesum døgum er helst ein góð og sigandi mynd av tí støðu, sum alt Atlantsmótið ? tað er føroyski landgrunnurin og økið vestanfyri Hetland ? eru í.
Fara vit umleið 10 ár aftur í tíðina, vóru ikki færri enn 90 føroyingar við tveimum landsstýrismonnum á odda á oljumessuni í Aberdeen.
Nú vit skriva 2003, er talið niðanfyri 20.
Føroyar luttaka við einum bási, har átta fyritøkur eru umboðaðar.

Bíðistøða
Ein av kendastu oljujournalistunum í Skotlandi, Jeremy Cresswell, hevur fylgt oljugongdini í Norðsjónum og vestanfyri Hetland seinastu 25 árini:
? Atlantshavið er í eini bíðistøðu í løtuni. Her hendir ikki so nógv, og vit vita heldur ikki, hvussu framtíðin fer at síggja út, sigur hann.
Hvat føroyska økinum viðvíkir, so heldur Cresswell, at vit mugu brynja okkum við toli.
? Fýra brunnar eru einki. Átta brunnur eru heldur ikki so nógv. Tað er ikki fyrr enn, tað eru boraðir eini 20 brunnar, at tað veruliga verður áhugavert. Soleiðis hevur tað verið so nógva aðrastaðni.
Jeremy Cresswell heldur tað annars vera spell og eitt sindur løgið, at vit hoyra so lítið frá Amerada Hess um Marjun-fundið.
? Er tað ikki upp á tíðina, at Hess spælir út við, hvat tey ætla í sambandi við Marjun-fundið, spyr skotski oljujournalisturin.

Elttør er við
Oljumessan setir serliga kikaran á Norðsjógvin og royndirnar at fáa hendur á tí »síðstu« oljuni í verandi keldum.
Í gjár vitjaði borgarstjóri í Aberdeen føroyska básin. Seinni í ár kemur stór sendinevnd úr Aberdeen til Føroya á vitjan.
Millum føroyingarnar í Aberdeen er eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður við oljumálum.