Atlantsmót á vegamóti

Amerada Hess borar framvegis, og søgurnar um, at okkurt áhugavert er funnið og verður kannað, hava fingið meiri ferð á seg. At borað verður longur niður enn ætlað sigst eisini at verða fyrireiking til komandi boring á bretskum øki næsta ár, nú eitt møguligt felt gongur tvørtur um markið

 

Oljuleiting millum Føroyar og Hetland

 

-Tað hevur stóran týdning fyri Føroyaøkið og eisini fyri Atlantmótið sum heild, at Amerada Hess samtakið ger eitt fund nú. Verður harafturímóti henda triðja boringin á føroyska landgrunninum turr kann tað minka um áhugan uppá stytri sikt. Hetta sigur Rúni Hansen, leitistjóri hjá Statoil í Føroyum.

 

 

 

Tað er greitt, at øll eygu í oljuheiminum í løtuni eru vend móti brunninum hjá Amerada Hess, tí verður talan um eitt fund kann tað verða við til at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri økinum. Verður hinvegin einki fund gjørt nú kann tað hava við sær, at oljufeløgini ikki fara at skunda sær so nógv at bora hinar brunnarnar, sum tey hava bundið seg til men heldur venda aftur til tekniborðini og gera sítt heimaarbeiði heilt av nýggjum. Og tað kann fara at taka væl av tíð.

 

 

 

Í føroyskum øki hava feløgini bundið seg til at bora 8 brunnar áðrenn 2006. Og fara vit yvir um markið inn á bretskt øki so hava oljufeløg bundið seg til at bora einar 10 brunnar har, áðrenn 2005 ella so. Tað merkir, at ikki færri enn 15 leitibrunnar tilsamans standa á boriskráunum hjá oljufeløgunum á Atlantsmótinum tvs. bæði á føroyskum og bretskum øki næstu fimm árini.

 

 

 

Sosialurin skilur, at tað kann ganga báðar vegir við áhuganum fyri at skunda undir hesar boringar ella bíða við teimum. Enn eitt turt hol í tí besta partinum av føroyska økinum fer at gera tað torført hjá leitistjórunum í feløgunum at sannføra budgetleiðslurnar um, at milliardir av krónum skulu brúkast á Atlantsmótinum komandi árini heldur enn at brúka tær aðrastaðni í verðini, har møguleikin fyri at finna olju og gass er nógv størri.

 

 

 

Hinvegin, fer boringin hjá Amerada Hess at geva úrslit, so er givið, at tað verður lættari at fáa pengar til boringarnar longu í næsta ár ella í 2003. Tað verður líkasum skumpið, ið skal til fyri av álvara at vekja áhugan fyri økinum.

 

 

 

Tá tað so víst verður til, hvussu nógvir brunnar hava verið boraði bæði vestan fyri Hetland og í Norðsjónum, áðrenn olja varð funnin, so er tað ein sannleiki við modifikatiónum tvs. at hann er rættur til eitt vist. Tí eygleiðir man alt økið sum eina heild, so eru longu nógvir brunnar boraðir gjøgnum árini, og oljuídnaðurin sær helst, at tað verður gjørt eitt kommercielt fund á sama støði sum Foinaven ella Schiehallion skjótt. Einki slíkt fund er gjørt nú í fleiri ár, hóast fleiri nýggir brunnar eru boraðir.

 

 

 

Báðumegin markið

 

Ein orsøk til at so stórur áhugi er fyri júst brunninum hjá Amerada Hess er tann, at struktururin tvs. tann parturin av undirgrundini, sum borað verður eftir og í, gongur inn á bretskt øki. Sovereign Explorer liggur so tætt bretskum øki, at okkurt av akkerunum er fest í bretskan havbotn.

 

 

 

Keldur blaðið hevur tosað við siga, at ein orsøk til at Amerada Hess nú borar nakrar hundrað metrar undir ætlaða málinum Marjun er tann, at upplýsingar higani kunnu fáa stóran týdning fyri boringina hjá Hess í bretskum øki næsta ár. Tað er nevniliga so, at Amerada Hess, Dong, British Gas og møguliga eisini Atlants Kolvetni hava fingið ein lisens frá bretskum myndugleikum, sum liggur beint hinumegin markið. Tað er so einki dulsmál, at struktururin, sum Amerada Hess borar í á føroyska landgrunninum í løtuni, gongur inn í tað loyvið. Tvs. at víðkaða boringin okkara megin markið í løtuni væl kann vera ein týðandi brikkur í fyrireikingini til at bora á bretska økinum næsta ár.

 

 

 

Ein onnur orsøk til at borað verður longur niður enn ætlað tvs. niður á einar 4300 metrar heldur enn niður á 3900 metrar er tann, at teir tevja gass og vóna, at olja er undir. Men allar royndir at fáa hetta váttað hava einki úrslit givið. Bæði hjá Hess og Oljumálastýrinum eru teir tættir. Men keldur, sum fylgja væl við gongdini, siga fyri blaðnum, at borurin hjá Sovereign hevur fatur í onkrum áhugaverdum. Spurningurin er so um tað er kommercielt tvs. um talan er um fund, sum er í rakstrarligum nøgdum.

 

 

 

Um so er, at boringin verður turr, men kortini kann geva týðandi positivar upplýsingar, sum kunnu gera, at Amerada Hess fer at bora hinumegin markið á vári 2002, so kann hetta eisini fáa týdning fyri hini oljufeløgini, ið standa til at skula bora bretsku megin markið í næsta ár ella seinni. Eitt av feløgunum er Statoil, sum saman við Phillips og Veba hevur fingið tillutað ein lisens beint uppat markinum. Herfyri segði aljtóða leitistjórin hjá Statoil Rolf Magne Larsen við Sosialin, at teir fylgja boringini hjá Amerda neyvt, tí hon kann fáa týdning fyri boringina hjá Statoil í bretskum øki næsta ár. Tað er Philips, sum er fyristøðufelag har.

 

 

 

BP brunnur turrur?

 

Í løtuni er BP við at leggja seinastu hond á boring sína í Assyntøkinum, beint hinumegin markið. Borað verður við West Navion, sum eftir boringina kemur yvir aftur á føroyskt øki at seta endaliga proppin í Svínoyarbrunnin. Sosialurin hevur frætt, at brunnurin skal vera turrur, men tað hava vit ikki fingið váttað. Annars hevði BP stórar vónir til brunnin. 70% sannlíki vóru fyri at gera fund. Verður hesin brunnurin turrur eins og Svínoyarbrunnurin, so er tað eitt stórt afturstig ikki bert fyri BP og Shell men eisini fyri Atlantsmótið sum heild. BP skal hava bundið seg til at bora 3 ella 4 brunnar í hesum loyvinum tað fekk í 19. rundu, men er tann fyrsti og ?besti? brunnurin turrur, so kann tað seinka allar hinar boringarnar.

 

 

 

Tað er tí greitt, at Amerada brunnurin á føroyaøkinum nú er ein tann ?seinasta? vónin at fáa vent gongdini á øllum Atlantsmótinum, sum nú hevur brúk fyri einum fundi ? fyri rætt og slætt at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum at bora fleiri brunnar í næstu framtíð.

 

 

 

Eisini feløg sum Texaco og Conoco fylgja væl við boringini í Føroyum, tí tey hava eisini fingið tillutað leitiøki tætt uppat markinum. Tey standa somuleiðis til at skula bora við markið næsta ár.

 

 

 

Gongur alt hetta tann skeiva vegin, so er tó tann møguleiki eftir, at Agip og Føroya Kolvetni kunnu gera fund, tá tey fara at bora á vári næsta ár. Feløgini arbeiða miðvíst og stútt við at gera fyrireikingar til ta boringina og hava m.a. fingið til vega nýggjan og týðandi seismikk.

 

 

 

Tað er greitt, at hóast turrir brunnar á Atlantsmótinum í ár og møguliga eisini næsta ár, fara at fáa oljufeløgini at venda budgettum sínum og heldur hyggja eftir øðrum økjum í heiminum at brúka sínar pengar, so liva enn vónirnar um, at Atlantsmótið kortini goymir nógva olju og gass, og at tað bara er ein spurningur ? við tí nógvu nýggju vitanini, sum er fingið til vega nú ? at finna røttu støðini at seta borin í. Kanska Agip verður felagið, sum best kann heysta ágóðan av hesum.

 

 

 

Tað er greitt, at tað fyri bretskar myndugleikar hevur alstóran týdning, at nýggj fund verða gjørd, nú íløgur verða gjørdar í rørleiðingar í økinum og nú farið verður undir at útbyggja stóra Schiehallionfeltið og seta hol á risastóra Clairfeltið. Verða bara turrir brunnar í økinum í næstu framtíð verður hetta tí so sanniliga ikki bara eitt vónbrot fyri føroyingar men ikki minst fyri bretska oljuídnaðin verður tað eitt øgiligt afturstig.

 

 

 

Ein kann við vissu siga, at Atlantsmótið er á einum vegamóti ? fyri ikki at siga einum avgerandi vegamóti.