Atlantsflog arbeiðir støðugt við at víðka um rutunetið fyri at knýta Føroyar tættari at umheiminum, og í vikuni gjørdist greitt, at Atlantsflog fer at flúgva til París næsta summar.
Men hetta nýggja forkunnuga ferðamálið er ikki tað einasta, Atlantsflog hevur arbeitt við í síðstuni, tí føroyska flogfelagið hevur eftir øllum at døma eitt stórt ynski um at sleppa at flúgva til New York í USA. Leysasøgur hava gingið um hetta í eina tíð, og nú hevur amerikanska flogferðslusíðan, Aviator, avdúkað, at Atlantsflog hevur søkt um loyvi um at flúgva til New York seint í summar næsta ár.
Talan er um regluligar túrar umframt chartertúrar til stóra amerikanska býin, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, váttar hesi tíðindini fyri jn.fo í dag. Nú bíðar Atlantsflog bara eftir svari frá amerikansku flogmyndugleikunum, og so verður spennandi at vita, um føroyingar sleppa at flúgva beinleiðis til New York á heysti komandi ár.