Atlantsflog nýggja rutu til Ålborg

Tað tekur umleið ein tíma at koyra í bussi úr Ålborg til Århus, ein tíma til Hirtshals og hálvan annan tíma úr Ålborg og norður til Skagen

Vitjan

Atlantsflog fer nú undir enn eina nýggja rutu, hesaferð millum Vágar og Ålborg í Norðurjútlandi. Flogið verður leygardagar, og byrjað verður leygardagin, 25. juni.
Nógvir føroyingar búgva í Norðurjútlandi, eitt nú í Hirtshals og Skagen, og nógvir føroyingar lesa í Århus.
Nýggja farleiðin er soleiðis ein nýggjur møguleiki hjá føroyingum í Danmark og familjum teirra í Føroyum at ferðast millum londini.
Hetta er eisini ein frálíkur ferðamøguleiki hjá føroyingum, sum kundu hugsað sær at hildið frí í Norðurjútlandi ? eins og hetta er ein nýggjur møguleiki hjá dønum at vitja í Føroyum.
Nógv áhugavert er eisini at síggja í Ålborg, har stívliga 160.000 fólk búgva.
Tað tekur umleið ein tíma at koyra í bussi úr Ålborg til Århus, ein tíma til Hirtshals og hálvan annan tíma úr Ålborg og norður til Skagen.

Nógv vitjandi
Ferðaskrivstovur í Norðurjútlandi marknaðarføra hendan partin av landinum undir heitinum ? "fra midten og op". Tað merkir, at tær serliga leggja seg eftir at vísa á tey ferðamál, sum eru frá Miðjútlandi og norðureftir.
- Tað er ikki av tilvild, at fleiri hundraðtúsund danir, norðmenn, sviar og týskarar á hvørjum ári velja at halda frí í Jútlandi ? "fra midten og op", sum ferðaskrivstovur í Norðurjútlandi rópa tað.
Skrivstovurnar leggja aftrat, at her fært tú høvi at uppliva víddirnar, har stundir eru at vera saman og njóta lívið.
- Her er høvið at uppliva mangt og hvat ? heilt frá Skagen í norði til Gjern í suðri og frá Agger í vestri til Grenå í eystri. Tú kanst uppliva náttúruna, vitja mentunarlig og søgulig støð, djóralív, upplivingar av ymiskum slagi, matstovur, ríkt handilslív og náttarlív.

Vitjan í Ålborg
Í samband við, at Atlantsflog fer undir hesa nýggju farleið, bjóðaði felagið í samstarvi við ferðavinnuna í Ålborg føroyskum bløðum og ferðaskrivstovum á eina vitjan í Ålborg.
Vit fóru úr Vágum niður til Billund klokkan 11 seinasta hósdag, gistu tvær nætur á Helnan Phønix Hotel í Ålborg og vóru aftur í Vágum leygardagin um 16-tíðina.
Í Ålborg tóku ferðavinnufólkini, Anne-Marie Jensen og Peter Hermansen, sær væl og virðiliga av okkum og vístu okkum áhugaverd støð í býnum, sum kunnu hugsast av hava áhuga fyri føroyingar.
Sera fryntligu Anne-Marie og Peter spardu ikki sína orku. Ei heldur kann sigast, at Ålborg kommuna spardi upp á nakað sum helst, meðan vit vóru á vitjan.
Vit búðu á góðum hotelli og ótu á góðum matstovum í býnum. Okkum nýttist hvørki at hugsa um flutning ella atgongumerki, tá ið vit vitjaðu søvn, djóragarð - ella Ålborg Akvavit!
Áhugaverdi túrurin í stuttleikabáti á Limfjørðinum, har vit vórðu vartaði upp við góðum pinnamati og onkrum leskandi, kostaði okkum heldur ikki eina krónu.

Frásagnir
Sosialurin fer í komandi bløðum at hava nakrar frásagnir frá hesi ferðini, har vit fara at lýsa ein part av tí, sum Ålborg hevur at bjóða ferðafólki.
Atlantsflog og ferðavinnan í Ålborg eiga tøkk fyri hesa uppliving ? og tey, sum vóru við úr Føroyum, eiga tøkk fyri gott ferðalag.