Atlantsflog kunnar: Flogfar vendi aftur

- Eitt av flogførunum hjá Atlantsflogi, sum fór úr Keypmannahavn um middagsleitið (RC1459) í dag, vendi aftur, tá flogskipararnir varnaðust brek á einum hydraulik kervi.

Tað upplýsir Atlantsflog í tíðindaskrivi beint nú.

Lagt verður aftrat, at tað ber til at flúgva við slíkum breki, men flogskiparin metti tað ikki ráðiligt at flúgva langa teinin til stuttu lendingarbreytina í Vágum og lendi tí aftur í Keypmannahavn.

- Ferðafólkini hava fingið kunning frá skiparanum og nærri boð um útsettu fráferðina koma seinni í dag, sigur Atlantsflog í stuttum tíðindaskrivi.