Føroyska flogfelagið hjálpir SAS, nú øll Dash 8-flogførini hjá skandinaviska flogfelagnum eru sett SAS hevur biðið nøkur flogfeløg um hjálp, nú myndugleikarnir hava gjørt av at steðga allari flúgvingvið flogførum av slagnum Dash 8 eftir óhappið í Kastrup leygardagin.
Atlantsflog er eitt av flogfeløgunum, sum hava fingið áheitan um at hjálpa SAS.
-Vit hava flogið fyri teir síðani tað fyrsta óhappið og seinastu fýra vikurnar røkt rutuna millum London City og Keypmannahavn. Hesa vikuna flúgva vit við ti eykakapasiteti, sum vit hava tøkan - tað vil siga við tveimum flogførum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við Portalin.
Magni Arge sigur, at enn er ikki avgjørt, hvussu verður í framtíðini.