Atlantsflog hevur slept ferðafólkunum upp á fjall

Fyrr í vikuni kom Atlantsflog í rasshaft av, at tvey flogfør vóru tikin úr flúgving samstundis. Annað teirra er komið aftur í flúgving, men tað merkir flúgvingina hjá felagnum og fer at merkja ferðaætlanina í tvær vikur framyvir.

 

Tvey flogfør skuldu úr Føroyum í morgun, annað til Keypmannahavnar, hitt til Edinburgh. Fyri at lætta um, var avgjørt at senda eitt flogfar avstað, fyrst til Edinburgh, síðani til Keypmannahavnar. Ferðafólkini, ið skuldi til Keypmannahavnar, fingu fyrst boð um, at tey bara skuldu vera sitandi í flogarinum, meðan hini ferðafólkini fóru úr.

 

Í morgun fingu tey tó boð um, at tey máttu úr flogfarinum og bíða á flogvøllinum í ein hálvan tíma.

 

Ferðafók hava sett seg í samband við Miðlahúsið í morgun, ørkymlaði um, at tey hava onga kunning fingið frá Atlantsflog síðani tey fóru úr flogfarinum og kenna seg slept upp á fjall.

 

Tey siga, at tey mest sum ganga uttan mál og mið á flogvøllinum, tí har er eingin, sum kann hjálpa teimum víðari.

 

- Atlantsflog hevur dumpað í morgun, sigur eitt teirra og sigur, at illviljin móti Atlantsflog er stórur millum ferðafólkini.

 

- Her eru eldri fólk millum okkum, illa gongd, sum nú sita ráðaleys og bíða, tí tey onga kunning fáa frá flogfelagnum. Júst í hesi løtu vita vit einki, uttan tað, at vit skuldu vera her í hálvan tíma. Nú hava vit sitið í 20 minuttir, men eingin veit, hvat fer at henda víðari, siga ferðafólkini.