Atlantsflog fer komandi summar at flúgva til Amsterdam, siga keldur hjá Miðlahúsinum.
Í farnu viku bar in.fo tíðindini um, at Atlantsflog komandi summar fer at flúgva til ein stórbý í miðevropa. Miðlahúsið hevur roynt at fingið eina váttan um, hvønn bý talan er um, men umboð fyri Atlantsflog vilja einki siga. Tó skilir Miðlahúsið, at talan er um hollendska stórbýin Amsterdam.
Eftir ætlan skal Atlantsflog flúgva til Schiphol-flogvøllin í Amsterdam tríggjar ferðir um vikuna. Schiphol er høvuðsstøð hjá hollendska flogrisanum KLM, og er ein av størstu flogvallunum í heiminum. Í tali av ferðandi er Schiphol triðstørsti flogvøllur í Evropa.
Rutunetið hjá KLM fer at geva ferðandi góðar møguleikar at sleppa úr Føroyum og víðari um allan heimin, samstundis sum tað verður lættari hjá útlendingum at koma til Føroya. Lágprísfelagið EasyJet flýgur eisini úr Schiphol.
- Nýggja ferðamálið byrjar einaferð í mai ella juni mánaða komandi ár, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, við in.fo í farnu viku. Sum skilst er ætlanin at flúgva tríggjar ferðir um vikuna til Amsterdam.