Atlantsflog hevur gjørt sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, um flúgving við ferðafólki suðureftir úr Billund frá juni 2013.
Talan er um sáttmála við einum umsetningi á 75 milliónir krónur í 2013 og 2014. Atlantsflog skal flúgva fyri Atlantis Rejser alt árið, tó at mesta virksemið verður vetrarhálvuna.
Eitt flogfar aftrat av slagnum Airbus 319 skal røkja virksemið, sum sáttmálin umfatar. Atlantsflog sigur, at sáttmálan at vera eitt týðandi stig fram ímóti at vaksa um Airbus-flotan.
- Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna styðjar væl upp undir okkara mál at fáa fleiri flogfør av slagnum Airbus 319 í flúgving, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann sigur, at avtalur um leiguflúgving hava leingi verið eitt gott íkast í raksturin og menningina av felagnum.