Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrsta ársfjórðing í 2011 var eitt hall eftir skatt á 2,1 milliónir krónur samanborið við 5,7 milliónir krónur í halli sama tíðarskeið í 2011. Fyrsti ársfjórðingur er vanliga lakur, men í ár er úrslitið betri enn í fjør, tí bæði framleiðslan og sølan eru vaksin.
Á grundrakstrinum var inntjeningin hjá felagnum 9,3 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 6,8 milliónir krónur í fjør. Samlaða sølan vaks úr 78,8 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 84,3 milliónir krónur sama tíðarskeið í ár.
? Vit høvdu eitt flogfar færri í rakstri fyrsta ársfjórðing í ár, men talið á flogtímum er vaksið 20 prosent. Á hendan hátt er felagið vorðið effektivari, og hesa gongd fegnast vit um, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Síðan 2008 hevur stígur verið í bæði rutuflúgvingini og leiguflúgvingini, tí búskaparligu umstøðurnar versnaðu. Leiguflúgvingin er tó nógv økt fyrsta ársfjórðing í ár, heili 135 prosent. Í flogtímum øktist leiguflúgvingin úr 210 tímum fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 494 tímar í ár. Felagið fleyg leigutúrar fyri ymsar operatørar í Evropa, m.a. í sambandi við skíðferðir.
Rutuflúgvingin minkaði 7 prosent fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við í fjør, men havast skal í huga, at páskirnar í fjør vóru í mars, tá nógv flúgving var. Hóast lækkaða ferðafólkatalið og hækkandi oljuprísir stóð felagið seg betur í mun til sama tíðarskeið í fjør, tí eindarkostnaðirnir vóru lægri.
Atlantic Airways hevur í vár tikið stig til fleiri átøk, ið skulu økja um áhugan at flúgva til Føroya. Í Danmark hevur lýsingarherferðin Together sett bæði Føroyar og Atlantic Airways á breddan, og hetta hevur økt um søluna serliga annan ársfjórðing. Talið á luttakarum á ferðavinnustevnuni Visit Faroe Islands í síðstu viku var eisini metstórt.
Eisini í Íslandi og Bretlandi hevur felagið skipað fyri átøkum saman við samstarvsfeløgum, og í summar verður farið undir at flúgva til Bergen. Í Noregi virka samstarvsfelagar hjá Atlantic Airways fyri, at fólk verða gjørd varug við hendan nýggjan ferðamøguleikan.
? Hóast vit hava havt avbjóðingar fyrsta ársfjórðing í ár við høgum oljuprísum og ringum veðurlíkindum, so fegnast vit um, at støðuga arbeiðið at effektivisera raksturin framvegis ber ávøkst. Felagið hevur lagt nógva orku í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, men tann menningin hevði gingið munandi skjótari um ferðaavgjøld og skattir minkaðu ella hvurvu, sigur Magni Arge.
Atlantic Airways væntar framhaldandi eitt betri úrslit í ár enn í fjør, men ásannar, at prísurin á brennievni kann ávírka hetta.