Úrslitið eftir skatt hjá Atlantic Airways triðja ársfjórðing var 15,6 milliónir krónursamanborið við eitt hall á 3,6 milliónir krónurctriðja ársfjórðing í 2009. Úrslitið eftir skatt fyrstu níggju mánaðirnar var 8,4 milliónir krónursamanborið við 6,4 milliónir krónursama tíðarskeið í fjør
Grundraksturin royndist munandi betur triðja ársfjórðing og kastaði av sær 33,2 milliónir krónursamanborið við 14,6 árið fyri. Vøksturin var 127%. Fyrstu níggju mánaðirnar var eisini munandi framgongd. Grundraksturin kastaði av sær 51 milliónir krónursamanborið við 36,2 milliónir krónurárið fyri. Tað er ein vøkstur á 41%.
? Vit eru fegin um úrslitið, sum felagið rakk i triðja ársfjórðingi, serliga tá hugsað verður um, hvussu stórar avbjóðingarnar hava verið fyrr í ár, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
? Økt virksemi innan frálandavinnuna og leiguflúgving hava gjørt góðan mun, men úrslitið er eisini ein staðfesting um, at átøk til tess minka um kapasitetin og útreiðslur hava borið ávøkst og verið við til at vent gongdini.
Hóast fjórði ársfjórðingur telist millum teir lakaru, væntar felagið, at úrslitið verður betri enn um somu tíð í fjør, og at tølini á botnlinjuni verða svørt, tá ársúrslitið fyriliggur.
? Vit kunnu staðfesta eina positiva gongd í løtuni, men alneyðugt er, at vit áhaldandi fremja kappingarførið hjá føroyskari flogvinnu við lægri kostnaði, um føroysk flogvinna skal standa seg í altjóða kapping, sigur Magni Arge.
Umsetningurin vaks í triðja ársfjórðingi 21%, úr 110,4 milliónir krónurupp í 133,6 milliónir krónurEginpeningurin var 30. september í ár 225 milliónir krónurog solvensurin 54%.