1998 royndist væl hjá Atlantic Airways. Felagið kann staðfesta eitt yvirskot uppá 13 milliónir krónur. Eftir avskrivingar 10,2 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 51%, í mun til árið fyri, tá yvirskotið var 8,6 milliónir.
Umsetningurin vaks við 16 milliónum, úr 102 upp í stívar 118 milliónir krónur. Ein vøkstur uppá 15%.
Eginognin er vaksin úr 44 milliónum uppí 57 milliónir. Tøkur peningur hjá felagnum vaks upp í 28 milliónir við ársenda, meðan langfreistaða skuldin minkaði niður í 36 milliónir krónur.
Samlaða talið av ferðafólkum vaks í 1998 við 14% - úr 66.000 uppí 75.000. Meginparturin stavar frá summarflúgvingini, tá Atlantic Airways leigaði eitt eyka flogfar.
- Vt eru fegin um góða úrslitið í fjør, sigur Magni Arge, stjóri, men hann ásannar, at hetta eisini er neyðugt, tí stórar íløgur eru fryri framman. Tíðin er búgvin at hugsa um íløgu í eitt nýtt flogfar, sum kostar einar 150 til 200 milliónir. Somuleiðis er neyðugt at hugsa um nýggja tyrlu, ið kostar um 40 milliónir krónur.
Aðalfundur verður í Atlantic Airways 9. apríl 1999.










