Nú nógv leitivirksemi vestan fyri Hetland nærkast føroyska markinum sær stjórin hjá Atlantic Supply Base, einastu føroysku útgerðarhavnini, Eli Lassen tað sum ein møguleika at skapa virksemi í Føroyum og fáa nýggjar inntøkur, at útlendsk oljufeløg, sum standa fyri leitingini við markið, venda eygunum henda vegin heldur enn móti Aberdeen og øðrum úgerðarhavnum í Skotlandi.
–Eg veit, at hetta er ein um ikki ómøgulig uppgáva so kortini sera torfør uppgáva, tí feløgini, sum arbeiða í bretskum øki eru von við at brúka útgerðarhavnirnar í Skotlandi. Tey vilja sjálvandi ikki fara frá tí trygga. Men tey eiga at vita, at tey kunnu spara nógvar pengar, tíð og orku, um tey heldur velja at brúka útgerðarhavnina í Runavík.
Eli Lassen sigur, at tað er so nógv styttri at brúka Føroyar. Um oljufeløg brúka Rúnavík heldur enn skotska havn, so spara tey 300 fjórðingar í sigling. So her er nógv at spara. Stjórin á Atlantic Supply Base fylgir annars gongdini í bretskum øki sera væl, og hann vónar, at eitt nú Chevron og Statoil fara at bora á landgrunninum í næstu framtíð.










