Nú eru nakrar vikur farnar, síðani Atlantic Soundscapes var í Belgia, og úrslitini av tiltakinum eru av álvara farin at vísa seg á øllum frontum. Fyrst og fremst hjá Orca, Budam og Boys in a Band, men áhugin fyri øðrum bólkum, ið eru knýttir at Tutl umframt áhugin hjá belgiarum og grannalondum teirra fyri Føroyum yvirhøvur, hevur eisini vaksið seg stóran seinastu vikurnar. Soleiðis ljóðar dagføringin, ið Sosialurin hevur móttikið frá føroysku sendistovuni í Belgia.
Fjølmiðladekningurin fleirfaldaðist
Føroyar hava fingið heilt kolossalan dekning í fjølmiðlunum í Belgia. Nógvar ferðir meira, enn ætlað varð frá byrjanini av, tá fyrireikingarnar fóru í gongd. Mett verður, at yvir ein millión belgiar hava hoyrt og/ella lisið um Atlantic Soundscapes, vikuna áðrenn tiltakið varð hildið, ígjøgnum landsdekkandi tíðindabløð, útvarpstøðir, bløð og internetsíður. M.a ígjøgnum landsdekkandi útvarpstøðina Studio Brussel, ið hevur eitt miðaltal uppá 551000 dagligar lurtarar; landsdekkandi tíðindabløðini Le Soir og De Morgen, ið hvør sær framleiða 100000 eintøk um dagin; vikublaðið Knack uppá 150000 eintøk um vikuna, sum valdi Atlantic Soundscapes sum nummar eitt tiltak í Brussel ta vikuna; mest trendy ungdómsblaðið í Belgia, Vice Magazine, ið mánaðarliga verður givið út í 25000 eintøkum, og sum kærdi Atlantic Soundscapes hottasta tiltakið ta vikuna á blogginum hjá sær.
ORCA eina rúgvu av jørnum
í eldinum
Bólkurin ORCA er blivin bookaður at spæla fimm kvøld á rað frá 2. til 6. desember til 30 ára hátíðarhaldið av stóra franska festivalinum Transmusicales í Rennes. Her fara yvir 2000 av heimsins týdningarmestu journalistum og fólkum í tónleikavinnuni at uppliva bólkin, sum kemur til Rennes eina viku áðrenn at seta útgerðina upp og gera klárt til allar framførslurnar.
Næst-størsta bókingarfyritøkan í Hollandi, The Alternative, sum eisini hevur eitt nú Jack Johnson og Babyshambles undir sær, fer í næstum at byrja at bóka konsertir við Orca og hevur longu nú bókað bólkin inn á stóra hollendska festivalin, De Beschaving, har hann skal deilast um pall við m.a Babyshambles, Kate Nash og Mogwai. Harumframt er Orca eisini longu blivin bookaður at spæla á stóra norðurlendska showcase festivalinum Nordic Blizzard í Hollandi, sum ein av 14 útvaldum norðurlendskum bólkum.
Ein av størstu bókingarfyritøkunum í Belgia, NADA booking hevur eisini gjørt avtalu við Orca, og í heyst fer bólkurin á konsertferð í Europa; í Týskalandi, Sveits, Eysturríki og Benelux (t.e Belgia, Holland og Luxemburg)
Budam og Boys in a Band
Budam hevur fingið booking avtalu í Belgia við einari av týdningarmestu booking fyritøkunum har, ið eitur Green House Talent. Størsta, best umtókta spælistaðið í Belgia, AB, fer at bóka Budam í 2008, og í heyst skal bólkurin á Europa turne í Týsklandi, Sveits og Benelux.
Boys in a band eru blivnir bjóðaðir at spæla til væl umtóktu Vice Magazine veitsluna, ið verður hildin á Recyclart í Brussel nú í juni. Hetta er ein innboðin veitsla fyri einans 600 gestir, ið eru ein áhugaverd samanseting av týdningarmestu fólkunum innan fjølmiðla-, tónleika- og mótaheimin. Veitslan verður promoverað øgiliga væl, og møguleiki verður fyri samrøðum og aðrari framsýning av Boys in a Band í Belgia um tað mundið. Harumframt fer Vice Magazine blaðið, sum uttan iva er tað mest modernaða ungdómsblaðið í Belgia, at mæla við Boys in a Band til allar lesararnar hjá sær í næstu útgávuni.
TUTL touring fingið ferð á
Tá Atlantic Soundscapes var farið afturum, kom eisini veruliga ferð á Tutl Touring, sum er samstarv millum Tutl og Christian Hald Buhl frá The Rocking Factory um at fáa bólkar, ið eru undir Tutl, út at spæla í londum sum Belgia, Hollandi, Luxemburg, Fraklandi, Týsklandi, Eysturríki og Sveits.
Tutl Touring hevur gjørt avtalu við The Alternative í Hollandi, sum eisini hevur tikið Orca til sín, um at í minsta lagi seks konsertir við føroyskum bólkum skulu setast upp í Hollandi ígjøgnum teir næstu 12 mánaðarnar.
Í Týsklandi og Eysturríki hevur Tutl Touring gjørt avtalu við Geheim Agentur, sum fer at skipa fyri í minsta lagi 20 konsertum við føroyskum bólkum næsta árið. Umframt at vilja samstarva við Orca, Budam og Gestir, fer Geheim Agentur eisini at gera eina minni konsertferð við The Ghost í heyst, sum ljóðar uppá fimm konsertir.
Í Sveits hevur Tutl Touring gjørt avtalu við Sofa Agency, sum eins og The Alternative fer at organisera í minsta lagi seks konsertir við føroyskum bólkum næstu 12 mánaðarnar.
Fleiri samráðingar á skránni
Sum hendan dagføringin ljóðar, kann ikki sigast annað enn, at endamálið hjá føroysku sendistovuni í Brussel, SamVit og Norðurlandahúsinum at seta fokus á føroyska mentan í Belgia, veruliga hevur eydnast til fulnar. Hesi eru enntá bara úslitini inntil nú. Sum skilst á Christian Hald Buhl, er ein rúgva av øðrum tingum í gongd við eksportering og eksponering av føroyskum tónleiki til onnur lond í Europa. Samráðingar eru enn í gongd millum nógvar partar; festivalar, útgávufeløg, bókingarfyritøkur osfr. Vit venda aftur við fleiri tíðindum úr Brussel, tá næsta dagføringin liggur klár við meira av spennandi avtalum um útbreiðslu av føroyska tónleikamarknaðinum.