Fyrsta oljan verður nú framleidd úr Chestnut oljuleiðini. Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at fyrsta leiðin hjá felagnum, Chestnut oljuleiðin, er farin í framleiðslu. Leiðin er útbygd við tí nýggja flótandi framleiðslupallinum (FPSO) ?Sevan Hummingbird?. Atlantic Petroleum eigur 15% í enska teiginum 22/2a har Chestnut oljuleiðin liggur.
- At Chestnut leiðin nú er farin at framleiða olju er ein hornasteinurí søguni hjá Atlantic Petroleum. Hetta er fyrsta framleiðslan hjá felagnum, og hava vit havt ein aktivan leiklut í at leggja útbyggingina til rættis. Atlantic Petroleum og okkara partaeigarar hava sæð fram til hendan dagin, ið tekur felagið inn í eitt nýtt tíðarskeið. Tí er hetta ein sera virðismikil verkætlan hjá Atlantic Petroleum. Sum eitt oljuframleiðandi felag gevur hettar felagnum nýggir og størri møguleikar, sum felagið hevur í hyggju at gagnnýta, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Wilhelm Petersen sigur víðari, at við nýggjari nýhugsandi tøkni hava Atlantic Petroleum og tess samstarvsfeløg megna at funni ein lønsaman hátt at útvinna olju úr eini leið, ið varð staðfest fyri heili 22 árum síðani, og er hetta eitt stórt felags avrik hjá øllum, ið hava verið við í útbyggingararbeiðinum.
At Chestnut leiðin nú er farin í framleiðslu er ikki bert merkisvert av tí at tað er fyrsta framleiðslan hjá Atlantic Petroleum. Hetta er samstundis eisini ein av minstu støku útbyggingunum í norðsjónum, og vísir tað rákið innan oljuleiting og framleiðslu har smærri og smærri leiðir verða útbygdar.
Hummingbird er annar pallurin av sínum slagið, og fyrsti kelvisskapaði pallur, ið verður tikin í nýtslu í norðsjónum. Pallurin fer at framleiða úr Chestnut alla framleiðslutíðina hjá leiðini. Samstarvsbólkurin hevur leiga pallin í hálvtriðja ár, men kann leingja leigumálið við upp til tveimum árum afturat.
Mett er, at tað til Atlantic Petroleum kunnu framleiðast 1,4 milliónir tunnur av kolvetni (MMboe) úr Chestnut leiðini, við eini miðal dagsframleiðslu til Atlantic Petroleum á millum 1.300 og 2.100 tunnur av kolvetni (boepd). Tá er South Chestnut ikki tikið við.
Sum áður fráboðað, so varð byrja at bora ein framleiðslubrunn avtræt, South Chestnut, á leiðini tann 7. septembur 2008. Gongur eftir ætlan verður brunnurin klárur tíðliga í 2009, og fer hann væntandi at økja munandi um framleiðsluferðina, framleiðslubaru nøgdina, og um livitíðina hjá leiðini. Hesin brunnurin skal eftir ætlan knýtast í framleiðslukervi minni enn 9 mánaðar eftir at íløgan varð góðkend í mai 2008.
Hendan fráboðanin broytir ikki fíggjarliga útlitið fyri 2008, sum felagið fráboðaði í tølunum fyri fyrru hálvu av 2008.
Samstarvsfeløg í loyvinum eru Venture Production (fyristøðufelag) 69,875%, Bow Valley Petroleum 15,125%, og Atlantic Petroleum 15,000%.










