Høvuðsorsøkin til at Atlantic Petroleum skal fremja eina stóra kapitalhækking er tann, at Ettrick-verkætlanin, sum Atlantic Petroleum er partur av, nú av álvara er farin í gongd, og í hesum sambandi skal føroyska felagið brúka fitt av peningi. Samlaða verkætlanin er upp á umleið hálvatriðju milliard, og parturin hjá Atlantic Petroleum er 8,3 prosent. Tað svarar til eina upphædd upp á umleið 200 milliónir krónur.
Søgulig hending
Á tíðindafundi í Føroya Sparikassa fríggjamorgunin greiddu Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum og Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassi, frá tilgongdini við at hækka kapitalin.
Atlantic Petroleum og Føroya Sparikassi hava í drúgva tíð arbeitt við hækkingini, sum er ein søgulig hending. Talan er nevnliga um fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, ger eina kapitalhækking.
Somuleiðis er talan um fyrstu ferð, at ein føroyskur fíggjarstovnur skal gera eitt prospekt fyri eitt felag, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, og tað er Føroya Sparikassi sera fegin um. Føroya Sparikassi skal standa fyri og veita trygd fyri kapitalhækkingini hjá Atlantic Petroleum.
- Vit eru sera fegin um loysa hesa sera týðandi uppgávu fyri Atlantic Petroleum. Tað er serstakliga spennandi at verða teir fyrstu, og á henda hátt fáa vit víst okkara styrki, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassa.
Virðisbrævamarknaðurin setir treytir
Av tí at Atlantic Petroleum er skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya á ICEX, eru tað ávisar treytir, ið skulu fylgjast í sambandi við eitt nú kapitalhækking.
Millum annað skuldi ICEX hava fráboðan um kapitalhækkingina, áðrenn fjølmiðlarnir og almenningurin blivu kunnaðir um hana. Av somu orsøk var tíðindafundurin í morgun ikki fráboðaður fyrr enn í nátt, og fundurin byrjaði ikki fyrr enn klokkan var 10.15, tí tá var Virðisbrævamarknaðurin latin upp, og fráboðanin lá á heimasíðuni hjá ICEX.
Trý-siffrað milliónaupphædd
Tað er lítið at ivast í, at talan verður um eina trý-siffraða milliónaupphædd, sum kapitalurin hjá Atlantic Petroleum verður hækkaður við.
Wilhelm Petersen greiddi á tíðindafundinum í morgun frá, at hækkingin verður munandi størri enn tann størsta, sum felagið áður hevur gjørt, og tann hækkingin var umleið 70 milliónir krónur.
Samstundis var eisini greitt frá, at kapitalhækkingin skal verða við til at fíggja tær 200 milliónirnar, sum skulu nýtast í sambandi við Ettrick-verkætlanina, og eisini til at fíggja nýggj keyp hjá Atlantic Petroleum. Havandi hetta í huga er lítið at ivast í, at talan verður um eina rættuliga stóra kapitalhækking.
Men tann nágreiniliga upphæddin verður tó ikki almannakunngjørd, fyrr enn endaliga prospektið verður liðugt. Nær hetta verður, er ikki heilt greitt enn, men sagt verður, at ætlanin er at fremja kapitalhækkingina í øðrum ársfjórðingi í ár, og tað merkir, at hon skal verða gjørd innan 1. juli.
Føroya Sparikassi og Atlantic Petroleum eru tó við at verða liðug við at gera prospektið, men áðrenn tað verður alment, skal prospektið gjøgnum eina góðkenningartilgongd hjá ICEX.
Útlendskir keyparar
Spurningurin er so, um vandi er fyri, at útlendingar fara at liggja framvið, tá ið kapitalhækkingin verður gjørd, og um felagið á henda hátt er í vanda fyri at fara á útlendskar hendur.
- Tað er ein ávísur áhugi uttanlands fyri at gera íløgur í Atlantic Petroleum, men viðtøkur felagsins siga, at verandi partaeigarar hava framíhjárætt til at keypa partabrøv, sigur Wilhelm Petersen.