Myndir
Poul Mohr, nevndarlimur, Wilhelm Petersen, stjóri og Mortan Johannesen, nevndarlimur í Atlants Kolvetni vistu neyvan av, tá teir vitjaðu á boripallinum Sovereign Explorer herfyri, at olja varð funnin undir teimum. Mynd Jan Müller
Oljufund
Har verður sagt, at Atlantic Petroleum hevur saman við Amerada Hess og DONG funnið kolvetni í føroysku undirgrundini. 20. september varð farið undir at bora í føroyska loyvinum 001 og seinast í boringini varð rakt við kolvetni.
Komið varð fram á olju og gass á einum 170 metra strekki. Liðið er nú so langt út á árið at brunnurin verður ikki kannaður meira gjølla nú. Tá vanligar mátingar eru gjørdar verður brunnurin afturlatin.
Í eini viðmerking til hesa stórhending sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður:
?Hetta er næstan ov gott at vera satt. Einasta føroyska oljufelag finnur olju í sínum fyrsta brunni. Hetta vísir meira enn nakað annað, at Atlantic Petroleum valdi rætta samtakið at fara upp í. Hetta er sera áhugavert fyri teir 2000 partaeigararnar, ið hava sett pening í felagið. Atlantic Petroleum verður eitt fyridømi fyri hvussu farast skal fram tá bygt verður upp nýtt vinnuligt virksemi?.
Víðari sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum: ?Hetta er sjálvsagt ein stórhending fyri felagið. Vónirnar vóru stórar til fyrsta brunnin, men ikki var vist at eydnan skuldi vera við felagnum fyrstu ferð. Tó er hettar ikki einasti møguleiki hjá felagnum. Atlantic Petroleum fekk fyri nøkrum vikum síðan góðkenning frá ensku myndugleikunum at leita eftir olju og gassi í ensku undirgrundini. Atlantic Petroleum er við í ensku loyvunum P.1027 og P.1029, saman við somu samstarvsfeløgum, sum á Føroya leiðini?.
Brunnurin 6004/16-1z liggur upp at enska sjómarkinum, á 975 metra dýpið. Upprunaliga var ætlanin at bora 3.830 metrar niður í havbotnin, men tá komið var niður á hetta dýpið varð avgjørt at fara longur niður. Borað varð síðani niður á 4.275 metrar, og tað var í hesum niðasta partinum at olja og gass var funnið. Í fyrsta partinum av boringini luttóku øll fýra feløg í The Faroes Partnership, men tá komið var niður á 3.830 metrar valdi BG at taka seg burturúr. Teir síðstu metrarnir vóru boraðir undir eini sokallaðari ?sole risk? avtalu millum Amerada Hess, Dong og Atlantic Petroleum. Atlantic Petroleum hevur møguleikan at luttaka í samtakinum við einum ognarparti uppá 5 %.
Ein stutt grein kemur aftrat

Eyðun Elttør peikar á staðið, har Amerada Hess hevur funnið olju, og neyvan er hann vónsvikin av, at eitt føroyskt oljufelag er við í leitingini hjá Hess. Mynd Jan Müller
Atlantic Petroleum funnið olju við Føroyar
Lagnunnar speisemi skuldi tað verða eitt føroyskt oljufelag, sum varð við til at finna fyrstu oljuna við Føroyar. Fyri teir umleið 2000 føroysku partaeigararnar í olufelagnum Atlants Kolvetni er tað einki minni enn ein kollvelting, at júst teirra felag skuldi vera fyrsta oljufelagið saman við øðrum at finna olju við Føroyar. Í gjár varð kallað inn til partaeigarafund í felangum. Í hesum sambandi hevur felagið sent út tíðindaskriv.
Oljufund
Jan Müller