Atlantic Navigator aftur í Ánunum

Fiskivinna

Í dag liggur flaggskip norðoyinga, Atlantic Navigator, í Ánunum og landar.
Seinastu tíðina hevur nógv virksemið verið í Ánunum, har havnalagið er gjørt so mikið klárt, at risatrolarin kundi leggja veiðina upp.
Í morgun var myndamaðurin, Bárður Lydersen, fram við og tók nakrar myndir fyri Sosialin.
Vit fara at venda aftur til Atlantic Navigator í blaðnum í morgin.