Atlantic hevði 15 mió í yvirskoti fyrra hálvár

Tað hilnaðist væl hjá Atlantsflog fyrra hálvár í ár. Umsetningurin táttaði í 273 milliónir krónur, og yvirskotið fyri skatt var 15,3 milliónir krónur

- Stjórn og nevnd eru fegin um ta positivu gongd, sum felagið hevur havt fyrr hálvár.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sum í dag almannakunnger úrslitið fyrra hálvaár í ár. Samanborið við fyrra hálvár í fjør er úrslitið sera gott. Tá var úrslitið 2,1 milliónir krónur.

Úrslitið fyri skatt var 15.283.859 krónur. Í hálvársroknskapinum eru virðisbrøv í skrásettum feløgum tikin upp til kursvirði, og hevur tað medvirkað til góða úrslitið við góðum fimm milliónum krónum.

Aftan á skatt var úrslitið fyrra hálvár 12.532.764 krónur

Bæði talið av ferðafólkum og framleiðslum av flogtímum við flogførum og tyrlum vaks fyrra hálvár í ár í mun til í fjør.

Magni Arge sigur, at aktiviteturin ongantíð hevur verið so høgur, sum fyrra hálvár í ár. Felagið hevur verið virkið í Noreg seinnu árini, men har fer aktiviteturin sum ætlað at minka nú, og tað kann ávirka negativt seinna hálvár, um ikki felagið fær aðrar sáttmálar um flúgving uttanlands.

Atlantsflog hevur nú fimm flogfør. Felagið eigur trý, og tvey eru leigað. Tvey nýggj flogfør koma í flotan seinni í ár. Tey verða av RJ týpuni, sum er meira morderað. Tvey av teimum gomlu flogførunum fara tá úr flotanum. Felagið hevur eisini tríggjar tyrlur.