Tað sigst, at ljósmaðurin Gardar Hall dansaði av gleði, tá ið hann sá teir átta kassarnar við ljósútgerð standa á gólvinum í Norðurlandahúsinum í gjár.
Tað var annars um reppið, at Atlantic Music Event mátti haldast uttan tað serliga ljósið, sum fyrireikararnir høvdu leigað úr Danmark.
Tá ið teir átta kassarnir við útgerðini skuldu lastast í flogfarið hjá Atlantsflogi týsdagin, passaðu kassarnir ikki inn gjøgnum lastahurðina. Kassarnir vóru heilt einfalt ov stórir, og tað var ikki hugsandi at taka viðbreknu útgerðina úr kassunum.
Tí stóðu kassarnir eftir í Kastrup, og fyrireikararnir av AME vóru í ringum lagi, tí leigaða ljósútgerðin hevði stóran týdning fyri tiltakið.
Flugu aftur um náttina.
Nú vóru góð ráð dýr, men føroyska flogfelagið, sum er ein av dyggastu stuðlunum hjá Prix Føroyum, var ikki hjálparleyst.
Mikunáttina varð flogfarið sent aftur til Danmarkar við serligum teknikkarum hjá Atlantsflogi, og teir kláraðu at geva pláss fyri teimum stóru kassunum, fáa teir inn í lastarúmið, og so fleyg føroyska flogfarið heimaftur við ljósútgerðina.
? Vit halda, at hetta er heilt fantastiska flott gjørt av Atlantsflogi. Vit høvdu havt ein stóran trupulleika, um vit ikki fingu útgerðina heim, og tí eru vit sera fegin um hjálpina, sum vit fingu, sigur Fróði Vestergaard, sum er samskipari av Prix Føroyum.










