Ferðavinna
Fly Faroe 2006 Travel Mart er heitið á ferðavinnu ráðstevnu, ið verður hildin í Føroyum hetta vikuskiftið. 30 fólk úr 9 tjóðum, ið øll dagligt fáast við at selja Føroyar sum ferðavinnu land, hittast til verkstaðir, og sokallaða networking. Hetta er fyrsta stevna av hesum slag, men sambært Kent Christensen hjá fyriskiparanum Atlantic Airways verður tiltakið afturvendandi í apríl mánað á hvørjum ári.
Ein góð byrjan
Kent Christensen greiðir frá, at tey, ið eru boðin við, eru fólk í frammanundan selja ferðir til Føroyar. Hetta eru fólk úr londum sum Sveis, Fraklandi, Danmørk, Íslandi, Noregi, Svøríki, Bretlandi og Ísrael. Talið 30 er eitt vet lægri, enn Atlantic Airways hevði havt ætla, men hetta er ein góð byrjan, heldur Kent Christensen.
Størri samband
Ætlanin við hesi ráðstevnu er fyrst og fremst at geva hesum fólkum betri innlit í føroyska samfelagið og føroysku ferðavinnuna. Men samstundis eisini at skapa netverk soleiðis, at tann, ið situr og selur føroyskar ferðavinnu upplivingar, fær eitt tættari samband við tann, ið veitir upplivingarnar. Hetta er sjálvandi við til, at gera hugin at selja upplivingarnar størri.
Frammanundan er ferðavinnu ráðstevnan Vestnorden Travel Mart, ið verður hildin í Føroyum 4. hvørt ár. Men hetta er ein nógv størri ráðstevna har øll Norður Lond eru evnisøkið. Fly Faroe skal ikki síggjast, sum ein kappingarneyti ella avloysari til Vestnorden Travel Mart, men heldur sum eitt alternativ, sigur Kent Christensen.
Skapa netverk
Vikuskiftið verður skipa við nógvum faklingum arbeiði, men eisini við hugna og upplivingum. Leygarmorgunin halda umboð fyri ferðaráðið og stjórin hjá Atlantic Airways Magni Arge fyrilestrar fyri gestunum. Fyrilestrar, ið skulu betra um kunnleikan hjá sølufólkunum um vøruna, ið tey selja.
Seinnapartin verður skipað fyri verkstøðum, har nógv ymisk fólk úr føroysku ferðavinnuni luttaka. Hetta kann gerast sera gevandi fyri bæði gestir og føroysku ferðavinnuna, ið kann fáa íblástur, um hvørji øki kundin vil hava ment.
Men umframt fakliga arbeiðið verður eisini skipað fyri fleiri tiltøkum, ið hava til endamáls at styrkja sambondini millum føroysku ferðavinnuna og útlendsku sølufólkini. Eitt nú ein stór galla veitsla í Müllers Pakkhúsi.
Kent greiður frá, at hjá Atlantic Airways vónar man, at hetta kann vera við til at skapa eina elitu av seljarum, ið hava áhuga í og kunnleika um Føroyar. Tí sovorðin netverk eru mest týdningarmikli parturin, tá tað snýr seg um at selja Føroyar sum ferðavinnuland.