Í sambandi við 20 ára føðingardagin hjá Atlantic Airways verður ferðavinnuframsýning í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið
Við á framsýningini verða umboð fyri ferðavinnuna á nærum øllum støðum, sum Atlantic Airways flýgur til. Ferðavinnufólkini eru úr Narsarssuaq, Stavanger, Aalborg, Aarhus, Billund, Reykjavík, Hafnarfirði og Stockholm. Eitt nú fara ferðaskrivstovurnar Blue Ice Explorer úr Narsarsuaq, Fjordbis á Reynnesøy við Stavanger og Viking Village í Hafnarfirði at greiða frá teimum upplivingum, tær bjóða.
Eisini verða umboð fyri ferðaskrivstovurnar 62N, Faroe Travel og Fonn Flog við á framsýningini.
Øll eru vælkomin í Sjónleikarhúsið at síggja, hvat ymsu býirnir og ferðaskrivstovurnar hava at bjóða.
Leygardagin er opið frá kl. 10 til kl. 18 og sunnudagin frá kl. 13 til kl. 18










