Atlantic Airways hevur nú 4 tyrlur, eftir at felagið yvirtók eina spildurnýggja tyrlu av slagnum AW139 hósdagin 10. apríl. Nýggja tyrlan, sum væntandi kemur til Føroyar tíðliga í mai, hevur pláss fyri 15 ferðafólkum, og so hevur hon eina ferð uppá 320 km/t. Hetta veit heimasíðan Hjá Jóanis Nielsen at siga. Eisini verður sagt, at í løtuni eru 3 tyrluskiparar frá Atlantic Helicopters á skeið í simolator í Milano, fyri at verða skúlaðir til nýggju tyrluna. Teir eru: Hans Heri Jacobsen, Andreas Mouritsen og Terji Jacobsen, sum allir lata sera væl at nýggju tyrluni, sum fær skrásetingarnummar OY-HSN. Vágaportalurin veit at siga, at nýggja tyrlan kostaði 60 milliónir krónur.









