Atlantic Airways minkar um tyrluflotan

Tað er í høvuðsheitinum fyri at minka um íløgurnar á tyrlusíðuni, samstundis sum vit fáa ein størri flexibilitet, eins og sølan hjálpir upp á likviditetin, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Í einari børsfráboðan í gjár sigur Atlantic Airways, at felagið hevur gjørt av at selja aðra AW 139 tyrluna til Wiking Helocopters í Týskalandi.
Føroyska flogfelagið hevur samstundis tryggja sær eina optión at leiga tyrluna aftur frá týska felagnum, um tørvur verður á tí.
- Íløgurnar í tyrludeildina hava verið heldur stórar í mun til flúgviregularitetin. Vit hava hildið tað verið skilabetri at selja ta einu tyrluna við optión at leiga hana aftur, heldur enn at bundið pening í hana við óvissari arbeiðsbyrðu, sigur Magni Arge.
Atlantic Airways fer tí at konsentrera seg um flúgvingina í Føroyum við langtíðar sáttmálum.
- Tað er fyrst og fremst avtalan við tað almenna um bygdaflúgving og SAR flúgving, sum verða grundarlagið, og so hava vit møguleikan at leiga tyrluna aftur frá Wiking Helicopters um tað vísir seg, at oljuleiting verður undir Føroyum komandi ár, sigur Magni Arge.
Felagið hevur stutt sagt havt ov nógvan kapasitet til tað arbeiði, ið hevur verið.

Øskan kostar
Magni Arge sigur, at eins og hjá flestu øðrum flogfeløgum í heiminum hevur øskan úr Eyjafjallajøkli kostað Atlantic Airways nógvar pengar.
- Hálvárs roknskapurin vísti eina vend í gongdini, og vit komu út við einum lítlum undirskoti á góðar tvær milliónir. Høvdu vit havt korrigerað fyri øskuni, so hevði úrslitið verið eitt lítið avlop í staðin, sigur Magni Arge.
Tyrludeildin hevur bundið nógvar pengar, og selda tyrlan hevur verið leigað út í Hollandi, Onglandi og øðrum londum.
- Men talan hevur verið um stutt leigumál, og við søluni hava vit savnað starvsøkið í Føroyum. Við møguleikanum at leiga tyrluna aftur hava vit fingið størri flexibilitet, samstundis sum sølan merkir øktan likviditet, sigur Magni Arge.