Atlantic Airways høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya

 

Hetta er greitt, nú Atlantic Airways og Hondbóltssamband Føroya hava gjørt nýggja stuðulsavtalu sigur flogfelagið í tíðindaskrivi.

 

Avtalan hevur m.a. við sær, at hondbóltskappingin hjá monnum framvegis fer at eita Atlantic Airways-kappingin, og at hondbóltslandsliðið hjá monnum fer at bera navn og búmerki hjá felagnum.

 

?Vit fegnast um at kunna stuðla Hondbóltssambandi Føroya í tvey ár aftrat. Hondbólturin gjørdi vart við seg á altjóða pallinum longu fyri 30 árum síðan, og vónandi stendur nú ein nýggj stórtíð fyri framman,? sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarsamskipari í Atlantic Airways.

 

Hondbóltslandsliðið spælir í morgin, mikudagin kl. 19.00, ímóti Serbia í ítróttarhøllini á Hálsi. Tá verður nýggja stuðulsavtalan undirskrivað.

 

Leygardagin 1. november spælir manslandsliðið í Sarajevo ímóti Bosnia.