Seinastu tíðina tykist tað, sum um stjórin í Atlantic Airways hevur nýtt meira tíð at gera viðmerkingar um leiðsluna av Vága Floghavn og uppá politiskt og alment lobbyvirksemi móti loftferðslugjøldunum, sum komu í gildi 1. januar 2010, enn hann nýtir uppá at taka sær av leiðsluni av egnum viðurskiftum. Eitt nú nýtti leiðslan í Atlantic Airways so nógva tíð og orku upp á P/F Vága Floghavn á ársaðalfundinum fyri stuttum, at einstakir luttakarar á fundinum kendu seg noyddar at spyrja leiðsluna í Atlantic Airways, um talan var um ársaðalfund í P/F Atlantic Airways ella í P/F Vága Floghavn.
Sum nakað nýtt er nú eisini størsti privati íleggjarin í Atlantic Airways farin í herna við ákærum í skrivi til føroysku fjølmiðlarnar á páskum móti landsstýrismanninum í vinnumálum um hækkaðu loftferðslugjøldini og tollfríu søluna á flogvøllinum, sum orsøkin til at hesin ikki hevur fingið vinningsbýti fyri 2009, tí at ”vinningurin” sambært íleggjaranum verður fluttur úr P/F Atlantic Airways yvir í P/F Vága Floghavn.
Eg fari ikki at gera viðmerkingar til nógvu ákoyringingunum frá íleggjaranum mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum – hesum er landstýrismaðurin ivaleyst sjálvur førir fyri at afturvísa -, men av tí at hópin av upplýsingunum, sum verða førdir fram um Vága Floghavn eru beinleiðis skeivir, fari eg at gera viðmerkingar til hesar.
Tollfría sølan
Viðvíkjandi tollfríu søluni verður av íleggjaranum ført fram, at landsstýrismaðurin í vinnumálum flutti hesa úr flogførunum og yvir í farstøðina. Hetta er beinleiðis ósatt.
Vága Floghavn valdi í 2008 at bjóða tollfría sølu úr nýggjum hølum í Vága Floghavn út. Eingin setti fram krav um, at Atlantic Airways skuldi bjóða seg fram til hesa uppgávu, men leiðslan í Atlantic Airways gjørdi sjálv av at bjóða upp á uppgávuna í kapping við einar 4 - 5 aðrar fyritøkur. Um Atlantic Airways ynskti tað, kundi felagið hildið fram við tollfríari sølu umborð á flogførunum, og sostatt kappast við tollfríu søluna í farstøðini, og harvið sloppið undan at rinda leigu av tollfríu sølubúðunum á farstøðini.
At Atlantic Airways hevur fíggjarligan vinning av hesi søluni nýtist ongum at verða í iva um. Umframt vinning av sjálvari tollfríu søluni á farstøðini, hevur Atlantic Airways eisini aðrar munandi fíggjarligar fyrimunir av, at tollfría sølan er flutt úr flogførunum og yvir í farstøðina. Eitt nú hevur hetta minkað um tørvin av flogternum umborð á flogførunum við 1 - 2 flogternum á hvørjum túri. Hetta hevur givið Atlantic Airways munandi sparingar av lønum, umframt at Atlantic Airways hevur havt 1 - 2 setur afturat umborð, sum kunnu seljast til ferðafólk. Afturat hesum má roknast við, at Atlantic Airways hevur havt sparingar upp á brennievni, við tað at vektin av tollfríu vørunum umborð á flogførunum ivaleyst svaraði til vektina av umleið 3 ferðafólkum á hvørjum túri. Um Atlantic Airways ynskir at gera roknistykkið fyri teirra kostnaði av at reka tollfríu søluna í farstøðini, eiga teirra egnu inntøkur av søluni og nevndu sparingar sostatt at takast við í samlaða roknistykkið.
At Atlantic Airways so hevur rikið tollfríu søluna á ein hátt, soleiðis at sølan hevur verið munandi lægri enn Atlantic Airways sjálvt hevði boðað frá, tá ið teir vunnu útboðið, kann Atlantic Airways einans takka sær sjálvum fyri.
Annars er støðan tann, at sáttmálin millum P/F Atlantic Airways og P/F Vága Floghavn um tollfríu søluna gongur út tann 1. novembur 2010, so um Atlantic Airways kennir sáttmálan sum eina serliga fíggjarliga byrðu heldur enn ein fyrimun, hevur felagið sostatt møguleika fyri at lata vera við at bjóða upp á uppgávuna aftur, og ístaðin flyta tollfríu sølu teirra umborð á flogførini aftur. Vága Floghavn vil so sjálv, ella við útbjóðing til onnur, reka tollfría sølu úr farstøðini í kapping móti tollfríu søluni umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways.
Hækka loftferðslugjøld
Tá talan er um loftferðslugjøld, má skilnaður gerast millum tey tænastugjøld, sum Atlantic Airways rindar, og so tey gjøld, sum ferðafólkini sjálvi rinda, og sum sostatt onga ávirkan hava á raksturin hjá Atlantic Airways.
Viðvíkjandi hækkaðu loftferðslugjøldunum verður av stjóranum og stóra íleggjaranum í Atlantic Airways ført fram, at hesi eru við til at súgva yvirskot úr P/F Atlantic Airways og flyta tað yvir í P/F Vága Floghavn. Nú er støðan tann, at raksturin í Vága Floghavn í 2008 gav eitt hall uppá 11 mió. kr. og í 2009 eitt hall uppá 6,4 mió. kr. Tað er sostatt ilt at fáa eyguni á tað ”yvirskotið”, sum sambært stóra íleggjaranum í Atlantic Airways verður flutt úr P/F Atlantic Airways yvir í P/F Vága Floghavn.
Enn meira láturligar gerast ákærurnar frá stjóranum og íleggjaranum um at hækkaðu loftferðslugjøldini eru orsøkin til hallið hjá Atlantic Airways í 2009 tó, tá staðfestast kann, at tænastugjøldini, sum Atlantic Airways rindar, ikki komu í gildi fyrr enn 1. januar 2010, og sostatt ikki kunnu hava ávirkað rakstur teirra í 2009. Hækkingin av ferðafólkaavgjaldinum við kr. 35 pr. fráfarandi ferðafólk, kom í gildi tann 1. novembur 2009, men er goldin av ferðafólkunum og ikki av Atlantic Airways.
Verður hugt at rakstrinum hjá P/F Vága Floghavn er veruleikin, at flogvøllurin hevur givið hall uppá millum kr. 13,9 mió. og kr. 18,4 mió. øll árini frá 1995 til 2006. Í 2008 var hallið kr. 11 mió. og í 2009 kr. 6,4 mio. Høvuðsorsøkin til hesi hall hevur verið - og er framvegis – at samsvar als ikki er millum tað, tað kostar at reka sjálvan flogvøllin, og so tað, sum brúkararnir (flogfeløgini og ferðafólk) rinda fyri tær tænastur, ið verða veittar. Sum dømi kann nevnast, at Atlantic Airways síðani 2001 hevur goldið eitt gjald uppá kr. 2.400/tíma fyri at flogvøllurin varð opnaður á nátt, um eitt flogfar hjá Atlantic Airways var seinkað, hetta sjálvt um kostnaðurin av at hava manning tilbúna alt døgnið og at fáa ein flúgvileiðara, sløkkiliðsmenn, trygdarfólk og onnur til arbeiðis á nátt, var fleiri hundrað prosent hægri enn tað gjaldið, sum varð kravt frá Atlantic Airways.
Á henda hátt er tað Vága Floghavn, og harvið danski staturin, sum fram til 2007, hava verið ein av høvuðsorsøkunum til, at Atlantic Airways hevur havt stór yvirskot ár undan ári, við tað at Atlantic Airways hevur fingið óbeinleiðis fíggjarligan stuðul frá danska statinum gjøgnum ein kunstiga lágan prís fyri flogvallartænasturnar. Eftir at flogvøllurin í 2007 varð yvirtikin sum føroyskt málsøki, er tað landskassin og harvið føroyski skattgjaldarin, sum á henda hátt hevur veitt óbeinleiðis fíggjarligan stuðul til Atlantic Airways.
Afturat hesum kemur, at eftir at nýggju tænastugjøldini vórðu ásett, hevur Atlantic Airways gjøgnum politiskt lobbyarbeiði í Føroyum fingið trumfað ígjøgnum, at felagið fær ein avsláttur frá P/F Vága Floghavn uppá upplatingargjaldið á flogvøllinum upp á 1,5 mió kr. um árið. Fyri 2010 hevur Atlantic Airways í skrivið sjálvt víst á, at hækkaðu tænastugjøldini fóru at kosta teimum kr. 2,5 mió. Eftir omanfyri nevnda avsláttri upp á kr. 1,5 mió. er talan um eina samlaða meirútreiðslu hjá Atlantic Airways í 2010 upp á minni enn kr. 1. mió. Hetta svarar til kr. 5 pr. ferðaseðil um roknað verður við umleið 200.000 ferðandi. Í tann mun Atlantic Airways í 2010 hækkar ferðaseðlaprísirnar – og tað hava teir sum monopol-fyritøka verið dugnaligir til seinastu 8 árini, meðan loftferðslugjøldini hava verið óbroytt – við meira enn kr. 5 pr. ferðaseðil, hevur hetta sostatt einki við hækkaðu tænastugjøldini hjá P/F Vága Floghavn at gera, men vil verða enn eitt dømi um, hvussu Atlantic Airways nýtir sína monopolstøðu til at áseta nakrar av hægstu ferðaseðlaprísum í Evropa.
Umframt nevnda óbeinleiðis fíggjarliga stuðul til Atlantic Airways, fær Atlantic Airways í 2010 umleið 26 mió. kr. frá Fiskimálaráðnum og Vinnumálaráðnum fyri tyrluflúgvingina og tyrlutilbúgvingina. Ein kann altíð hava sínar persónligu meiningar um, hvussu væl hendan uppgávan verður røkt av Atlantic Airways í mun til tað, sum verður goldið fyri tænastuna, men eftir stendur, at gjaldið til Atlantic Airways er somikið stórt, at felagið á hendan hátt fær munandi fíggjarligan stuðul frá tí almenna (t.v.s. føroyska skattgjaldaranum) – stuðul, sum síðani verður útgoldin til eitt nú viðkomandi útlendska íleggjaran sum vinningsbýti.
Samstundis sum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið rinda Atlantic Airways umleið 26 mió. kr. fyri tyrluflúgving og -tilbúgving, sýta bæði Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Atlantic Airways fyri at endurrinda Vága Floghavn tær útreiðslur uppá umleið kr. 8,5 – 9 mió. um árið, sum flogvøllurin hevur av at skula hava eina tilbúgving klára (flúgvileiðarar, sløkkilið og trygdarfólk) 24 tímar um døgnið, hvønn dag á árinum, soleiðis at bjargingartyrlurnar og tyrlur í rutuflúgving yvirhøvur kunnu fara á flog og lenda aftur.
Við omanfyristandandi í huga er ilt at taka stjóran og størsta privata íleggjaran í Atlantic Airways í álvara, tá ið hesir royna at peika á onnur sum orsøkin til, at teir ikki náddu sínum fíggjarligu málum í 2009. Talan er stutt sagt um beinleiðis ósonn tíðindi og ógrundaðar ákærur móti bæði P/F Vága Floghavn og móti landsstýrismanninum í vinnumálum.
Hinvegin er væl skiljandi, at tá ið leiðslan í Atlantic Airways, hóast monopol og hóast munandi, óbeinleiðis almennan stuðul, ikki megnar at reka fyritøkuna við yvirskoti, er freistandi hjá leiðsluni at royna at finna onnur at vísa á, sum orsøkina til hallið í 2009, heldur enn at viðurkenna sína egnu ábyrgd sum leiðsla, og heldur enn at nýta sína orku uppá at betra og effektivisera raksturin í egnari fyritøku.
Hvat tí ”fornermaða” íleggjaranum, sum ikki fekk vinningsbýti fyri 2009 viðvíkir, er bert at siga, at ein sum íleggjari í børsskrásettum partabrøvum skal verða óvanliga bláoygdur um ein av álvara trýr, (i) at ein 9% niðurgongd av ferðafólkatalinum og ein niðurskriving av virðinum av flogførunum við kr. 4,2 mió. ikki hevur neiliga ávirkan á rakstrarúrslitið hjá Atlantic Airways, (ii) at loftferðslugjøldini í Vága Floghavn fara at standa óbroytt í allar ævir, meðan vanliga kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar og ferðaseðlaprísirnir hjá Atlantic Airways støðugt hækka enn meira, og (iii) at Atlantic Airways hevur ein lógarfestan rætt at reka tollfría sølu úr hølunum hjá eini aðrari fyritøku uttan at rinda fyri hetta.
Við atliti at, hvussu nógva tíð og orku Atlantic Airways hevur nýtt upp á sína herferð móti hækkaðu loftferðslugjøldunum, kann ein at enda ikki annað enn undrast yvir, at sama leiðslan í felagnum ikki á sama hátt er farin í herna móti teimum hækkingum av loftferðslugjøldunum, sum hava verið framdar í eitt nú Kastrup Lufthavn gjøgnum seinastu 8 árini, meðan gjøldini í Vága Floghavn hava verið óbroytt. Svarið er ivaleyst, at leiðslan í Atlantic Airways ikki á sama hátt sum yvirfyri Vága Floghavn kann fremja politiskt og alment loybbyarbeiðið móti øllum, sum ikki gongur eftir ætlanini hjá leiðsluni og stóra privata íleggjaranum í P/F Atlantic Airways.
Veruliga endamálið við herferðini hjá leiðsluni í Atlantic Airways og hjá stóra íleggjaranum mótvegis P/F Vága Floghavn er tí ivaleyst ikki at broyta uppá tey loftferðslugjøld, sum nú eru staðfest og komin í gildið, men heldur (i) at hava onkran annan enn seg sjálvan at vísa á, sum orsøk til tær hækkingar av ferðaseðlaprísunum, sum ein kann ímynda sær at Atlantic Airways fer at koma við í 2010, og (ii) at ræða einhvønn føroyskan politikara frá at taka undir við fleiri hækkingum av loftferðslugjøldunum, hetta uttan mun til um vanliga kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar.
P/F Vága Floghavn hevur eina skyldu at royna at fáa javnvág í rakstur felagsins, og fer tí ikki enn einaferð at lata ganga 8 ár, áðrenn søkt verður um at fáa loftferðslugjøldini dagførd samsvarandi kostnaðarstøðinum í samfelagnum. Einans tíðin má so vísa, um tað eru føroysku politikararnir, ið seta karmarnar fyri føroyskum loftferðsluvirksemi, ella um hetta er latið í hendurnar á stjóranum og størsta íleggjaranum í Atlantic Airways. Um tað seinna verður støðan, verða tað framvegis føroysku skattgjaldararnir, sum gjøgnum kunstiga lág tænastugjøld á flogvøllinum, koma at tryggja yvirskotið í Atlantic Airways og harvið vinningsbýtið til eitt nú stóra ónøgda íleggjaran, sum seinastu tíðina hevur ført sínar ógrundaðu ákærur fram móti P/F Vága Floghavn og landsstýrismanninum í vinnumálum.
Jóhannus Egholm Hansen
Næstformaður í P/F Vága Floghavn