Teitur telist millum tey tilnevndu til ársins donsku poppfløgu, sum Gaffa fer at kjósa á stóra veitslu í sjónleikarahúsinum Bremen í Keypmannahavn 15. desember. Tú hevur møguleika at atkvøða fyri Teiti, um tú ert skrásettur sum brúkari av heimasíðuni gaffa.dk. Ert tú ikki tað, so tekur tað ikki langa tíð at skráseta teg.
Seinasta freist at atkvøða er sunnukvøldið áðrenn midnátt danska tíð, altso 23.00 føroyska tíð.
Tað er fyri útgávuna »Let The Dog Drive Home«, at Teitur er tilnevndur. Teitur kappast við Burhan G, Fallulah, Hej Matematik og Medina í bólkinum Årets Danska Pop Udgivelse.
Tú kanst atkvøða fyri Teiti við at trýsta HER