Atkvøða um fullveldi í fyrrverandi týskum hjálandi

Ein fólkaatkøvða um oyggin Bougainvilles skal hava fullveldi frá Papua Ný Guniea væntast at taka tvær vikur at fremja.

Tey 206.000 fólkini á kyrrahavsoynni Bougainville fara í dag at atkvøða um fullveldi frá Papua Ný Guinea.

Endar fólkaatkvøðan við ja, verður fyrrverandi týska kyrrahavshjálandið heimsins yngsta tjóð.

Bougainville liggur 640 kilometrar frá Sálomonoyggjunum, men er landspartur, ið hoyrir til Papua Ný guinea, sum liggur 1200 kilometrar burturi.

Oyggin er nevnd eftir rannsóknarfara og gjørdist týskt hjáland í 1885.

Tá fyrry heimsbardagi brast á, hersettu australskar herdeildir oynna saman við øðrum týskum økjum í Papua Ný Guinea.

Bougainville var undir avstralskum stýri í 60 ár, til oyggin gjørdist partur av Papua Ný Guinea í 1975.

Á Bougainville finst kopar og gull, men tað er avmarkað, hvussu nógv fólkið á staðnum fær burtur úr rakstrinum, tí útlendingar reka námini á oynni.

Umhvørvið á oynni er illa dálkað av eitraðum áum av námsvinnuni.

Fólkaatkvøðan um sjálvstýri er ein partur av eini friðartilgongd, sum avtalað varð fyri 20 árum síðani milluM Bougainville og Papua Ný Guinea.

Avtalan gjørdist veruleiki eftir tíggju ár við borgarakríggi, sum endaði í 1998. 15.000 fólk doyðu í krígnum.

Undir krígnum royndi Papua Ný Guinea at leiga bretskar og suðurafrikanska leiguhermenn, sum skuldi berja niður uppreisturin. Hetta hevði við sær drúgvt misálit millum íbúgvarnar í Bougainville og Papua Ný Guinea.

Roknað verður við, at tað fer at taka tvær vikur at fremja fólkaatkvøðuna, tá nógv fólk á oynna búgva fyri seg sjálvi. Nøkur fólk búgva eisini á smærri oyggjum kring oynna.

Úrslitið væntast tí ikki greitt fyrr enn um miðan desember.

Fólk úr Bougainville er mentanarliga ymisk í mun til fólkið í Papua Ný Guinea, og oyggin hevur longu ávíst sjálvstýri við egnari stjórn fyri innlendismál.

Fólkið á Bougainville hevur tveir valmøguleikar á fólkaatkvøðuni: At fáa enn meira sjálvstýri ella fullveldi frá Papua Ný Guinea.

 

/ritzau/dpa