Uppskotið hevur verið til viðgerðar í fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit, sum varð lagt fram fríggjdagin.
Broytingarnar hjá fíggjarnevndini hava lagt 41 milliónir oman á hallið soleiðis, at fíggjarlógaruppskotið javnvigar við 212,9 milliónum krónum í halli.
Dagsskráin fyri tingfundin klokkan 14 í dag her hendan:
1 2. viðgerð LM-029/2020 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021
2 2. viðgerð LM-068/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)
3 2. viðgerð LM-061/2020 - Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík
4 2. viðgerð LM-030/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
5 2. viðgerð LM-052/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
6 Framløga