Hvørki av føroysku fólkatingsumboðunum, Edmund Joensen ella Sjúrður Skaale atkvøður í dag fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at verða vígd í fólkakirkjuni.
Edmund Joensen sigur, at talan er um etiskt mál, og tá stendur limunum í Vinstra frítt, hvussu tey atkvøða. Hann heldur haraftrat ikki, at hann skal leggja seg út i eitt tílíkt innanhýsis danskt mál.
Sjúrður Skaale sigur, at hann er fyri skrásettum parlagi, men hann heldur tað vera skeivt, at tað skal lóggevast um kirkjuna. Kirkjan sjálv átti at tikið avgerðina.
- Tað er fult í samsvari við grundlógina, at fólkatingið viðger hetta málið, men mær dámar tað ikki, og eg síggi hetta málið sum dømi um, at statur og kirkja áttu at verið skild sundur, sigur Sjúrður Skaale.
Sosialdemokratarnir í fólkatinginum atkvøða allir fyri, men teir halda tað vera í lagi, at Sjúrður Skaale ikki atkvøður.










