Nú skal tað bera til at geva teimum bót, sum ikki tryggja atkomumøguleikarnar hjá fólki ið bera brek.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Fólk, sum sita í koyristóli, ella hava onnur rørslutarn, munnu mangan ásanna, hvussu torført tað er at ferðast, tí trappur, smalar hurðar, kantar og annað mangt, gera tað nógva staðni ógjørligt at sleppa framat, bæði í Havnini, og nógva staðni kring landið.
Annika Olsen segði í tinginum í morgun, at nú eru útlit fyri broyting og seinni var hon gestur í tíðindunum á Rás 2.
Hoyr samrøðuna við Anniku Olsen, við at trýsta á pílin undir myndini.