Athena Margueritte Francoise Marie

Tann lítla prinsessan hjá Joakim, prinsir, og Mariu prinsessu varð doypt fyri lítlari løtu síðani í Møgeltønder kirkju, og hon fekk navnið Athena Margueritte Francoise Marie.

Tað var Erik Norman Svendsen, biskupur, sum doypti prinsessuna í kirkjuni, sum liggur skamt frá heimi teirra, Schackenborg Slotti.

Gott og væl 200 gestir vóru í kirkjuni, alt frá frisørinum hjá Mariu prinsessu, Dennis Knudsen, til vindmyllukongin, Ditlev Engel.

Athena prinsessa varð doypt í sama kjóla sum stóribeiggin, Henrik. Tað er designarin Henrik Hviid, sum hevur gjørt royala dópskjólan, sum til dagin varð pyntaður við ljósareyðari sloyfu.

Tað var Maria prinsessa sjálv, sum bar nýggju lítlu prinsessuna til dópin – og segði bispi navnið.

Myndirnar eru frá Polfoto.