Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin

Sølan av Landsliðspakkum til dystirnar í UEFA Nations League hevur gingið væl. Men á midnátt hóskvøldið endar sølan, og frá fríggjadegnum á middegi ber til at keypa atgongumerki til hvønn einstakan dyst, skrivar Fótbóltssambandið

Tilsamans er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Sølan av Landsliðspakkum til dystirnar í UEFA Nations League hevur gingið væl. Men á midnátt hóskvøldið endar sølan, og frá fríggjadegnum á middegi ber til at keypa atgongumerki til hvønn einstakan dyst, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Sølan av landsliðspakkum, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League 2022/2023, hevur gingið væl. Higartil eru umleið 700 landsliðspakkar seldir. Men á midnátt hóskvøldið 28. apríl endar sølan av Landsliðspakkum, og frá fríggjadegnum 29. apríl klokkan 12:00 verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan dyst.

 

Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í hesum sambandi kann nevnast, at til dystin móti Turkalandi, er sølan einans opin fyri føroyskum IP-adressum.

 

Kostnaður:

 

Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.

 

Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.

 

Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.

 

Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.

 

Skráin:

 

7. juni (kl. 19:45) Føroyar – Luksemborg

 

11. juni (kl. 17:00 Føroyar – Litava

 

25. sept. (kl. 19:45) Føroyar – Turkaland

 

Tilsamans er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar