Rás2 hevur seinnapartin havt uppboðssølu av seinasta atgongumerkinum til konsertina við Bryan Adams í kvøld. Hugurin at bjóða upp á atgongumerkið til útseldu konsertina við Bryan Adams á Tórsvølli var sera sera góður.
Boðini fóru skjótt upp um 2000 krónur, og tá ið hamarin fall klokkan 17.45 var boðið 3550 krónur. Hesir pengarnir verða lætnir til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.
Hægsta boðið átti Liljan Hellisdal. Hon segði við Rás2, at hon hevði keypt sær eitt atgongumerki sjálv, men at hon vildi stuðla barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Atgongumerkið, sum Liljan keypti fyri 35550 krónur, fær beiggi hennara.
Meðan uppboðssølan var, lótu bæði Senta og Formula hvør sína farteldu til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.