Ein nevnd, sum Barack Obama, forseti, setti at skriva eina frágreiðing um oljudálkingina í Meksikoflógva, sigur í sínari fyribilsniðurstøðu, at stjórnarumsitingin vísti seg ikki at hava serliga gott handalag til at handfara ódappið hjá BP og avleiðingarnar av tí.
Tey, sum hava skrivað fyribilsniðurstøðuna, siga millum annað, at umsitingin royndi at sissa fólk við at siga, at vandin var minni, enn hann í veruleikanum var. Hinvegin gjørdi umsitingin ov nógv av, tá hon greiddi frá, hvussu nógv olja var tikin upp av sjónum.
Fleiri amerikanskir og bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at amerikanska stjórnarumsitingin royndi at stýra kunningini um óhappið og dálkingina, men tað avsanna Hvítu Húsini.










