At ynskja sær børn í 2003 er ein fíggjarligur spurningur

   

og hann verður størri í 2004, nú fíggjarlógin leggur enn størri byrðar á barnafamiljurnar.
Tá tað var greitt at inntøkur landskassans í komandi árið fóru at verða nakað lægri enn í ár, komu boð úr fíggjarmálaráðnum um, at nú mátti sparast. Sagnorðið "spara" merkir ikki tað sama í fíggjarmálaráð-num sum fyri vanliga borgaran. Tá vanligi føroyingurin tosar um at spara, merkir tað at minka um útreiðslurnar, men í fíggjarmálaráðnum merkir tað at økja inntøkurnar; nakað, sum vanligi føroyingurin ikki soleiðis kann gera í eini handarvend.
Tað er jú so nógv lættari at mergsúgva skattaborgaran, heldur enn at spara í almennu útreiðslunum. Aftur hesaferð varð lopið uppum, har garðurin er lægstur, við m.a. at økja avgjaldið á sleikisneisar, bomm og sodavatn og rópa tað heilsuavgjald; verri møsnið skal ein leita leingi eftir. Og so klandraðust Bill og Karsten um, hvør átti uppskotið!
At skerja mjólkastuðulin og rentustuðulin rakar so at siga bert barnafamiljurnar. Nógvar av hesum familjum hava frammanundan so ilt við at fáa endarnar at røkka saman, at tað at ynskja sær eitt barn afturat fyrst og fremst er ein fíggjarligur spurningur. Hetta eru fólkini, sum eftir at hava verið undir útbúgving í nøkur ár, fara í nýggj krevjandi størv, seta fót undir egi borð, fáa børn, standa fyri og luttaka í frítíðarvirksemi, ganga til mentanartiltøkini og ítróttartiltøkini; eru kjarnan í føroyska samfelagnum og samstundis gjalda heila gildið fyri at fíggja vælferðina.
Við ÚF segði fíggjarnevndarformaðurin í seinastu viku, at lættast var at fara eftir peningi, har peningur er til. Eg meini tað.