At vera ella ikki vera ? fólkaogn

Sangløtan var til tíðir ein felagssangløta
At fáa fólkið at syngja við er at gera seg sjálvan til fólkaogn, og tað hevur Martin Joensen gjørt. Men bara til eitt vist, tí at hann er ov egin til at vatnast út í fólkið.

 

Hann syngur sangir, sum vit øll duga uttanat, men fyri hann er ein sangur so livandi, at hann kann ikki syngja ein sang líka tvær ferðir. Tí fraserar hann øðrvísi og broytir lagið.

 

Teir allarkendastu sangirnir blivu til góðan felagssang, meðan hinir vóru konsertframførsla, har summi sungu við.

 

Har var sera nógv fólk, og tey flestu høvdu sangblað hjá sær, og tað man hava hjálpt. Bólkurin spældi væl, og teir vóru ikki bangnir fyri at hava groovið koyrandi og at spæla soloir.

 

Tað man vera løgið at vera Martin Joensen, tá hann syngur teir kendastu, tí at tað er, sum at hann eigur onki í teimum longur. Vit eiga teir. Og hann roynir at taka teir aftur og gera teir til sínar egnu, men tað ber ikki til longur, tí teir eru fólkaogn.

 

Eitt sindur kølið var, men bara eitt lítið lot. Pent er at síggja bátarnar, sum liggja við sandin.