At vera ella ikki at vera...politikari

Ja, so var aftur valár, og hóast eg bert eri tjúgu ára gamal, ja so eri eg longu troyttur av hesum møsninum

Ein keypir bløðini av og á, og undrast yvir hví bløðini geva pláss. Pláss fyri politikarum, ið allir koyra í tómgongd, stríðast fyri at sleppa at sita 4 ár aftrat í teimum bleytu, fjálgu stólunum. Eg spyrji meg sjálvan aftur og aftur, hvønn tosa teir til?

Hetta er meinlíkt einum útbrendum og troyttum sjónleikara, ið framførir einataluna hjá Hamlet:” At vera ella ikki at vera...politikari”, fyri tómum leikhúsi.

Ein hyggur eftir tingvarpinum og sær tingmenn halda langar og álvarsamar einatalur, fyri einum tómum sali. Eg hugsi mær til, at hann tosar til mín, til hyggjaran. Eg krevji undirhald, far á gyklaraskúla og lær nøkur triks, innihaldsliga er tað, tann vanliga suppan. Ein suppa, samansett av lokalpolitiskari fávitsku og býttleika, sum heild.

Tann politiski veruleikin í dag er sjúkur, visjónleysur. Ja bori tit bara enn eina tunnil, meðan skúlaverkið, heilsuverkið og øll hini mongu verkini falla í órøkt.

Eg haldi at sjúkueyðkennini eru mong, men at miðflokkurin eksisterar, man vera eitt hitt bersýntasta sjúkueyðkennið.

Tað er væl skiljandi at miðflokkurin fær veljarar, tá ið hinir flokkarnir ikki taka støðu. Stinga eina leið út í kortið og fylgja hana.

Fyri nøkrum vikum síðani, sendi eg eitt lesarabræv inn, ið varð mett, at vera ov ónæruligt, yvir fyri m.a. klaksvíkingum, keldufólki og øðrum religiøsum fanatikarum. Hetta sjálvt um eg var villigur til at leggja navn rygg til. Trongdskygd “hampafólk” í samkomur, sum eru útbúgvin í bíbliu (takk fyri Teitur).

Hvar fór tann stuttligi flokkurin? Har vóru hóast alt nakrir, ið dugdu at sýggja tað tragikomiskaCirkus Tinganes.

Hetta er ein innilig áheitan á veljarar í Føroyum, um for guds skyld ikki at velja Miðflokkin.