Anna Elisabeth í Kálvalíð
-----
Vil man vera seg sjálvur - ella tað
sum samfelagsins trongskygdu
karmar vænta,
tað avgert tú sjálvur.
Ella gert tú-?
Er sinnið lagt við sínum
forritaðu mynstrum
við títt upphav?
Tað eru tey ið fingu
Møguleikan, høvdu dirvi
at bróta út og so
eru tað hini.
Høvundurin sigur, at hon 1. november í 2012 byrjaði á kreativ skriving á Giljanesi við Petur Pólsson, sama dag hevði hon verið til minningarhald í Miðvági, har átti hon ein beiggja.
– Okkara fyrsta uppgáva á kvøldskúlanum bleiv at skriva um tað vit høvdu upplivað um dagin. Soleiðis kom yrkingin 1. november, sum stendur í vikuskiftis Sosialinum 1. nov í ár.
Yrkingina omanfyri hevur danska Lisbeth Zorning sæð, og hon helt hana vera so fantastiska, at hon spurdi, um hon slapp at leggja hana á sín vegg. Sjálvandi var tað í lagi.










