Jóhan Dahl sær tveir møguleikar.
1. At lækka túratalið og harvið gera umstøðurnar verri hjá teimum, sum í verandi løtu hava tað vánaligasta sambandi til høvuðsstaðin.
2. At økja kostnaðin hjá teimum, sum í dag gjalda mest fyri at koma til høvuðsstaðin.
Hetta er at traðka liggjandi fólk, tí aðrir møguleikar eru at finna.
Á fleiri herðum
Í dag gjalda allir føroyingar fyri at koma til Havnar. Allir uttan teir, sum búgva á risunum báðum, Eysturoynni og Streymoynni. Hesar oyggjar sleppa undan at rinda fyri sínar vælútbygdu ferðamøguleikar. Góðir breiðir vegir, lýsandi tunnlar og nýumvalda brúgv. Tað er eingin ivi í mínum huga. Vit eiga nógv heldur at taka eitt tunnulsgjald frá hesum økjum, enn at pína og kroysta lívið úr útjaðaranum í Føroyum.
Vit kundu gjørt eina samhaldsfasta skipan, sum umfataði alt ferðslukervið í Føroym, tað veri seg á landi, undir landi og á sjónum . Tann berandi tankin er at vit tá verða fleiri, sum lyfta. Hendan skipan átti at fevnt um tunnilgjøld og ferðagjald við ferðamannaskipum. Ein slík skipan hevði gjørt tað møguligt at skrúva fleiri knøttar samstundis og harvið gjørt at tað ikki var neyðugt at skrúva knøttarnar so langt. Eisini hevði tað javntstilla fleiri økir í Føroyum.
Skipani í samband við ferðslukervið
Hetta kann gerast við at knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman við ferðamannaskipaunum. Alt í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein og hevur tú goldið í einum tunnli, er ferðabáturin ókeypis. Hinvegin eru tunlarnir ókeypis, um tú hevur goldið umborð.
Hendan skipan hevði til einkis gjørt trupulleikan hjá Jóhan Dahl so dyggiliga.
Tað er mær ein gáta at landsins kostnu ikki síggja hendan møguleikan, men áhaldandi traðka liggjandi fólk.