At taka í egnan barm

Oddagrein

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, ið er tikin úr leikum sum samfelagsrevsari, finst í blaðsamrøðu at okkara undómi, tí hann ikki tekur lut í eitt nú arbeiðinum hjá Amnesty International í Føroyum. Formaðurin fyri Reyðakrossi var í útvarpinum í gjár og bar uppundir tað sama. Báðir felagsskapir gera eitt stórt og dygdargott arbeiði hvør á sínum øki. At hjálpa samvitskufangum og at hjálpa, har krígg og neyð valda, skuldi kunnað engagerað føroyskan ungdóm. Men so er ikki, og tað tykist, sum at tað fer at ganga afturá við hesum báðum felagskapum.

Tað má vera upplagt at spyrja, hví støðan er vorðin so, sum nevndu formenn lýsa hana. Eru tað foreldur og skúli, sum svíkja? Er tað tann ráðandi ungdómsmentanin? Er tað samfelagsgongdin sum heild? Vit liva, sum tey flestu vita, í eini tíð, har individualisman og egoisman eru høgt í metum. Hetta er tann ráðandi vesturlendska mentanin í løtuni. Tað kollektiva er out. Tað individuella er in. Her finna vit ivaleyst eina av orsøkunum til tann ringa standin. Kapping fram um samstarv og netverk fram um felagsskapir og stættarmedvit. Soleiðis er heildarmynd í dag, men hon er sjálvsagt ikki galdandi fyri alt og øll og hendan myndin varir ikki í ævir. Áðrenn vit vita av, er einhvør onnur ungdómsmentan komin í hásæti og onnur rák seta ungdómsins dagsskrá.

Við hesum bakstøði skuldi tað verið greitt, at eisini felagskapirnir sjálvir hava eina stóra ábyrgd og eiga at taka í egnan barm. Hvat gera teir fyri at fáa ungdómin við? Hvat gera teir fyri at røkka teimum mongu ungu, sum kundu verið eitt ómetaligt tilfeingi hjá báðum felagsskapum? Hvussu nýta teir sínar heimasíður, ið eru ungdómsins miðil? Duga teir at tala tað mál, sum tey ungu skilja? Politikkarar duga ikki hetta kynstur og tað knípur hjá lærarum og pedagogum ? fyri ikki um at tala foreldrum! Hinvegin kann einki samfelag klára seg uttan ein engageraðan ungdóm. Tískil mugu foreldur, skúli og slíkir vælgerandi og sera týdningarmiklir felagskapir sum Amensty og Reyði Krossur taka í egnan barm og fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at røkka teimum ungu, sum jú einaferð skulu føra hetta týdningarmikla arbeiðið víðari.