At standa á egnum beinum

Eitt tað størsta ynski hjá øllum foreldrum er, at børn teirra skulu læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og læra at standa á egnum beinum

Tað er eitt gamalt orð, sum sigur, at tað skulu sterkir herðar at bera góðar dagar, og sannleikan í hesum hava føroyingar upplivað tey seinastu árini. Vit megnaðu ikki at bera »teir góðu dagarnar«.

Vit kunnu ikki geva nøkrum øðrum enn júst okkum sjálvum skyldina fyri ta støðu, vit komu í, men eg haldi tó, at skulu vit leita eftir orsøkum til kreppuna, ja, so kunnu vit ikki koma uttanum, at okkara ríkisrættarliga støða hevur ein stóran part av skuldini. Vit hava havt eitt ávíst frælsi innan fyri heimastýrislógina, men vit hava ikki havt ta fullu ábyrgdina ? og als ikki ta ábyrgdarkenslu, sum ein og hvør fær, ið er noyddur at standa á egnum beinum.

Eitt tað størsta ynski hjá øllum foreldrum er, at børn teirra skulu læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og læra at standa á egnum beinum, og vit hava jú øll lært heimanífrá, at vit eiga at klára okkum sjálv.

Eg havi ongantíð dugað at skilt, hví hetta ikki eisini skal vera galdandi fyri eitt land og eitt fólk, og mín sannføring er, at vit føroyingar eiga at arbeiða fram ímóti at standa á egnum beinum sum tjóð.

Hvussu hetta skal gerast, kunnu vit altíð kjakast um, men eg ivist ikki í, at vit føroyingar sum øll onnur fólk væl høvdu megnað at verið harrar í egnum húsi. Sjálvandi eru nógvir spurningar í hesum sambandi, og okkara størsti trupulleiki í dag er tann stóra skuldin, sum vit standa í.

Fólkaflokkurin hevur aftur og aftur víst á loysnir og er til reiðar at gera tað, sum er neyðugt, fyri at vit kunnu seta føtur undir egið borð og taka ta ábyrgdina á okkum, sum frælsið hevur við sær. Tá verður ábyrgdarkensla eisini tað, sum frameftir fer at sermerkja okkum. Hetta merkir ikki, at okkum nýtist at slíta alt samband við Danmark, tí eingin ivi er um, at hjá so lítlari tjóð sum okkara er neyðugt við góðum samarbeiði úteftir.

Eg fari við hesum fáu orðum at heita á veljarar kring landið um at standa saman við okkum til fólkatingsvalið 11. mars. Okkara fólkatingsumboð fer sum higartil við klárari rødd at tala Føroya søk á fólkatingi.

Sitið ikki heima valdagin! Farið á val og setið krossin við Fólkaflokkin!

Fuglafirði, 5. mars 1998