At spæla við lagnuni hjá føroyingum

Ein loysing vil hava við sær eina katastrofu fyri allar føroyingar, sigur Johan Dahl í lesarabrævi.

 

Eftir at Tjóðveldi fyrst søkti sær íblástur í skotsku fólkaatkvøðuni og Edmund Joensen síðani eftir valið samanbar støðuna í Føroyum og Skottlandi, eins og Sjúrður Skaale eisini hevur, hevur Johan Dahl nú givið sít íkast til kjakið.

 

Eins og Edmund vil hann ikki hoyra talan um loysingarprát í Føroyum.

 

Johan Dahl minnir á, hvussu stórar fíggjarligu útreiðslurnar hjá dønum eru til Føroya og føroyskar borgarar í Danmark,  og metir, at talan er um yvir eina milliard krónur, ið fara at mangla í føroyska búskapinum.

- Tá vit ikki høvdu búskaparliga klára at fylt uppaftur eitt slíkt peningadren í búskapinum eftir eina loysing, so vildi hetta rakt vælferðina álvarsliga. Ein loysing vil sostatt hava við sær eina katastrofu fyri allar føroyingar, so leingi, sum so nógv vantar í, til at vit kunnu gerast ein sjálvberandi búskapur og vilja vera eitt kappingarført samfelag í Evropa, herundir Norðanlondunum, skrivar Johan Dahl í lesarabrævinum.

 

Johan Dahl skrivar víðari, at føroyingar í veruleikanum hava eitt heldur einfalt val. 

- Spurningurin fyri føroyingar stendur m.a. í millum at varðveita búskaparligan tryggleika, hægri vælferð og fólkatilflyting, ella velja búskaparligt frælsi, lægri vælferð og fólkafráflyting.

 

 

Ein meiningakanning millum skotar vísti, at 17% søgdu seg fara at flyta ella flýggja av landinum, um ein meiriluti gjørdist fyri loysing. Í Føroyum vildi eitt tílíkt tal svarað til stívliga 8000 føroyingar.

 

Loysing er ikki loysnin, heldur Johan Dahl og skrivar, at alt prát um loysing uttan eitt boð um hvussu vit skulu varðveita okkara vælstand og vælferð, er at spæla við lagnuni hjá føroyingum.

 

Les eisini Loysing er ikki at spæla við