At skeinkja snýr seg um vinnu – ikki etikk

- Tá Café Bryggjan og Fjørukrógvin søktu um at fáa longt skeinkiloyvi, mælti eitt einmælt bygdarráð til leingjan, sigur borgarstjórin í Vestmanna

Vestmanna

 

Karl A. Olsen, borgarstjóri, heldur einki skeivt vera í, at bæði Café Bryggjan og Fjørukrógvin í Vestmanna hava hvør sítt fulla skeinkiloyvi.

Hann heldur, at tá søkjast kann um loyvi til skeinking í Føroyum, og Vestmanna samstundis hevur ríkt ferðavinnulív, kundi hann ikki hugsað sær at atkvøtt ímóti, at skeinking verður verandi sum ein partur av virkseminum.

 

Virksemi – ikki etikkur

- Eg síggi eitt skeinkiloyvi í slíkum føri meira sum partur av einum vinnuligum virksemi enn sum ein spurning um etikk, sigur Karl.

Tá ið Vestmanna bygdarráð seinast fekk umsókn til ummælis um leingjan av verandi loyvum, tók eitt einmælt bygdarráð undir við hesum.

Hetta bendir á, at bygdarráðini kring landið síggja ymiskt uppá slíkt virksemi, og ymiskt kann væl eisini vera, hvønn týdning eitt slíkt loyvi verður mett at hava fyri eitt nú ferðavinnuna.

- Eg síggi slík skeinkiloyvi sum partur av ferðavinnu-og matstovuvirksemi, endurtekur Karl A. Olsen, borgarstjóri.