At seta Norðuratlandshav í miðdepilin

Føroyar eru eitt lítið land við stóru havumráði í Norðuratlandshavi. Bara økið innan fyri 200 fjóringa fiskimarkið er 290.000 kvatratkilometur, tað vil siga 3 ferir so stórt sum Danmørkin við sínum havuráði.

Tá er rætturin til ein part av Rokkinum v.m. ikki tikin við.
Eisini gjøgnum fólkatingsarbeiðið skulu vit støðugt menna samstarvið millum londini kring Norðuratlandshavi. Altjóða áhugin fyri norðurhøvum veksur í hvørjum, og vit skapa sambond og samstarv millum londini í norðurhøvum á m.a. hesum økjum:
Tað ovurstóra livandi tilfeingið í Norðurhøvum og tær ríku ráevniskeldurnar
Veðurlagsbroytingar við nýggjum siglingarleiðum og nýggjum øki á sjógvi á landi
Trygd og tilbúgving
Varandi orkukeldur
Havumhvørvi og burðadygga veiði.

Føroyar skulu taka altjóða ábyrgd hava og ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi.

Øll fólk í heiminum kenna nú avleiðingarnar av ovurnýtslu, dálking og ótamdum útláti í náttúruna. Fyri okkum sum tjóð í Norðuratlantshavi er eitt ríkt umhvørvi og ein skynsom tilfeingisrøkt ikki eitt val, men ein spurningur um at yvirliva.
Tjóðveldi hevur sum høvuðsmál, at ríkidømi í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum. Hesin politikkur skal vera lívfrøðliga og búskaparliga sjálvberandi, og skal ígjøgnum lógina skapa tryggar karmar til vinnuna at arbeiða undir. Tað sama skal verða galdandi í sambandi við okkara oljuvinnu.

Tí eiga vit saman við øllum tjóðum kring allan heim at ganga á odda við egnum og altjóða tiltøkum at steðga ovurnýtslu, tálma útláti av veðurlagsgassi og verða fremst í tilfeingisrøkt.

Men eitt ríkt umhvørvi er ikki bert ein spurningur um altjóða avtalur og teknisk mál. Eitt ríkt umhvørvi er eins nógv ein spurningur um okkara umhvørvi í gerandisdegnum, í arbeiðs-lívinum, á okkara skúlum og stovnum og at kunna liva eitt sunt og heilsugott lív.