At samkenna við øðrum

Eg kondoleri. Orðini tykist eitt sindur fremmand. Eitt sindur ópersónlig. Hvussu tú so sigur, so er tað neyðugt at vísa, at tú hevur samkenslu. At tú vísir, at tú veitst, hvat er hent teimum, sum syrgja. So tey fáa møguleika at tosa um sína sorg

UMSORGAN

Fyrr ella seinni doyggja vit. Tað vita vit øll. Og kortini vilja vit helst ikki tosa um deyðan. Tað er so ringt at finna tey røttu orðini. Vit eru bangin fyri at gera nakran keddan. Vit vita ikki, hvussu tað verður tikið. Og um vit onki siga, so kemur heldur onki til sjóndar.
? Tað tykist onkuntíð, sum fólk hyggja burtur, tá vit koma. Tað er, sum eru vit sjúk og smitta onnur. Fólk seta afturlætnar spurningar, so tey ikki fáa tað svarið, sum er óbehagiligt fyri tey.
Soleiðis sigur ein maður, sum hevur mist konuna. Konan var mamma. Sostatt eru eisini børn, sum hava mist. Og hóast tey fægstu tora at siga nakað við tey, so fara kenslurnar ikki burtur. Tær hvørki kunnu ella skulu hvørva.
Tá vit víkja undan at tosa um deyðan, forða vit eisini teimum, ið eftir sita, at tosa um sorgina við at missa eitt barn, eina mammu, ein mann ella ein vin. Og tað bara økir um pínuna.
So vit skulu sýna samkenslu. Vit noyðast at tosa um deyðan og sorgina. Tí tey, sum eftir sita, hava brúk fyri at vita, at vit ikki eru líkasæl.
Anna S. Dalsgaard og Jóngerð Poulsen hava skipað fyrstu sjálvhjálparbólkarnar í Føroyum fyri børn og ung, ið hava mist foreldur.
? Útgangsstøðið er at børn og ung býta sorgina við onnur. Um tú ikki gert tað, kanst tú gerast ógvuliga einsamallur. Við at seta orð á sorgina, verður hon meira ítøkilig og lættari at fáast við, siga tær.
At tosa um sorgina hevur eisini onnur týðandi endamál. Við orðunum fáa vit eisini sagt okkara umhvørvi, at vit eru kedd, og tá vinir og kenningar síggja tað, fáa vit eisini ta umsorgan, sum vit hava brúk fyri.
Hóast hetta verða fólk við stórari sorg ofta møtt við tøgn. Sjálvt góðir vinir hvørva, tá ið tað er mest brúk fyri teimum. Tey, sum koma at tosa, eru ofta fólk, ið hava kent sorgina á egnum kroppi. Tey vita, at eitt vinarligt ella samkennandi orð ongantíð er burturspilt.
Vinfólkini, sum halda seg burtur ella tiga, hava kanska ongantíð havt rættiliga ilt í lívinum, og tí vita tey neyvan heldur, hvussu forloysandi tað kann vera at tosa um sorgina.
Starvsfelagar, skúlafelagar ella liðfelagar halda kanska, at tann syrgjandi hevur brúk fyri einum frístaði, har hann er burtur frá sorgini, og tí geva teir honum frið. Men hóast tað er væl meint, so er tað ein misskilt tankagongd. Tí sorgin situr í kroppinum á tí, sum hevur mist. Hon hvørvur ikki. Hon fylgir við. Allastaðni. Og tí eiga vit at tosa um sorgina, tá vit møta einum syrgjandi, sum hevur mist.
Vit eiga at vísa, at vit hava samkenslu. Um ikki annað so fyri at vísa, at vit vita, hvat er hent teimum. Tí tað kann vera trupult at koma aftur til lívið hjá einum, sum hevur mist. Truplari enn vit halda.