?Vónandi kunnu vit fáa gleði og nyttu av hvørjum øðrum.
Við hesum góðynskjunum hevur tann komandi oljubýurin í Føroyum tikið samstarv upp við ein bý í Noregi, sum longu hevur verið oljubýur í ein lítlan mansaldur.
Tað eru Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, og Eli Hellestø, býráðsformaður í Sola í Noregi, sum nú hava skrivað undir eina vinabýaravtalu
Teir báðir borgarstjórarnir góvu hvørjum øðrum sína undirskrift uppá samstarvið í góðveðrinum seinnapartin týsdaginum umborð á einum av teimum trimum norsku bátunum, sum týsdagin løgdu at landi á Tvøroyri úr Hetlandi á veg til Havnar, har ?Stavanger Sjømuseum? nú skal hava eina framsýning.
Tað var aftaná at umboð fyri Tvøroyrar kommunu vitjaðu í Sola fyri tveimum árum síðani, at suðuroyingarnir vendu sær til norsku kommununa og spurdi um áhugi var fyri at taka upp eitt vinabýarsamstarv við Tvøroyri.
Páll Vang dylir ikki fyri, at tað er oljan, sum hevur ligið einafremst í huganum, tá ið tey burturúr øllum vendu sær til Sola Kommunu við hesum fyrispurninginum.
? Á Tvøroyri arbeiða vit av kraft fyri at fyrireika okkum til oljuvinnuna, og vit hava brúk fyri øllum íblástri og øllum hugskotum, vit kunnu fáa, tí hetta er ein spildurnýggj vinna hjá okkum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Og í so máta er Sola Kommuna funnin frensur hjá tvørafólki.
Tí Sola er næsti granni hjá norska oljuhøvuðsstaðnum, Stavangri og sjálvur hevur Sola verið oljubýur í í nógv ár.
Harafturat er Sola hóskandi í stødd, tí har búgva 18. 500 fólk so tað er tí eitt lutfalsliga lítið samfelag.
Og í Sola tók tað ikki langa tíð at viðgera áheitanina av Tvøroyri.
? Vit hildu, at hetta kundi verið ógvuliga læruríkt og spennandi, so vit tóku av beinanvegin, sigur borgarstjórin í Sola, Eli Hellestø, sum nú hevur verið á almennari vitjan á Tvøroyri í fimm dagar rundanum jóansøkuna, saman við manninum Arne Hellestø, býráðsskrivaranum, Åsmund Norheim og konu hansara Turid Norheim.
Vinna, ítróttur og mentan
Vinabýarsambandið ímillum báðar kommunurnar kemur at umfata samstarv á mentanar- vinnuliga og ítróttarliga økinum.
Endamálið við vinabýarsamstarvinum er at arbeiða fyri at vørafólk og fólk í Sola kunnu knýta tætt, persónlig sambond fyri at fremja fatanina og samarbeiði ímillum báðar kommunurnar til frama fyri borgararnar.
M.a. vísir Eli Hellstø á, at í Sola hava tey annaðhvørt ár eina stóra umhvørvisráðstevnu fyri børn, sum eitur ENS, Enviromental Northern Seas, har børn nógvastaðni frá hittast at viðgera umhvørvismál.
?Tað kundi verið væl hugsandi at tvørabørn vóru við á teirru næstu ráðstevnuni, sigur hon.
Oysa av okkara royndum
Men hvørgin borgarstjórin dylir fyri, at tað er ikki minst oljuvinnan, sum hevur stóran áhuga í avtaluni ímillum báðar býirnar.
Sola hevur verið oljubýur í nógv ár, og veit, hvat tað hevur at siga.
Og borgarstjórin í Sola er sinnaður at oysa av teimum royndum, tey hava gjørt av oljuvinnuni.
? At koma til Tvøroyri nú, er akkurát sum at síggja, hvussu vit í veruleikanumn høvdu tað fyri 20-30 árum síðani, segði hon.
? Í sekstiárunum var Sola ein lítil býur í stórari afturgongd, har landbúnaður, fiskivinna og útróður vóru høvuðvinnurnar.
? Men fiskivinnan var í stórari afturgongd, og lítlir og ongir møguleikarnir vóru at skapa fleiri arbeiðspláss.
? Tí var tað sera umráðandi fyri okkum at finna aðrar vinnuvegir, so at býurin ikki heilt fánaði burtur.
Eli Hellestø sigur, at tey vóru so heppin at fáa ein fyrispurning frá stóra oljufelagnum, Phillips, sum spurdi, um møguleikarnar at gera eina oljuhavn í Sola.
Hon sigur, at tað skerst ikki burtur, at hendan oljuhavnin hevur havt stóran týdning fyri kommununa.
?Fólkatalið er trýfaldað, síðani oljuhavnin kom.
Og hon sigur, at í Sola Kommunu vóna tey, at tær royndir, sum tey hava av oljuvinnuni, kunnu koma tvørafólki til góðar, so vinarbýuirin í Suðuroy ikki ger somu mistøk, sum tey hava gjørt.
M.a. sigur hon, at oljuvinnan hevur givið kommunukassanum stórar inntøkur
? Men tíverri eru summar av hesum inntøkum brúktar til íløgur, sum seinni hava víst seg at vera sera óhepnar.
? Eitt dømi um eina av hesum stóru feilíløgum, var eitt mentanarhús, sum vit bygdu fyri 100 milliónir krónur, og sum kostar 10 milliónir um árið at reka.
? Men nú vísir tað seg at vera sera trupult at hava tað opið.
Eli Hellestø sigur, at tað skulu sterkar herðar til at bera so stórar inntøkur, sum oljuvinnan førir við sær.
? Eg vóni bara, at tey á Tvøroyri ikki gera somu mistøk, sum vit, og brúka oljuinntøkurnar til íløgur í ymisk endamál, sum seinni vísa seg at verða ein kleppur um hálsin á tykkum, sigur hon.
?Hon leggur afturat, at sjálvandi førir oljuvinnan ikki bara gott við sær. ? Eitt nú slepst valla undan, at so stórt virksemi førir príshækkingar og lønartrýst við sær.
? Men tað hevur sanniliga eisini positiva ávirkan á mentanina í Sola og á hugburðin hjá fólki.
? Eitt nú er at kalla ongin rasisma í Sola.
? Eftir fólkatalinum eru vit tann býurin í Noregi, sum tekur ímóti flest flóttafólki úr øllum heiminum.
? Og tey verða øll móttikin við opnum sinni og opnum ørmum.
? Hetta kemur av, at vit eru so von við útlendingar við øðrum mentanum, at vit eru nógv meiri opin mótvegis teimum, enn onnur eru.
Stórur gjøgnumtrekkur
Av teimum 18.500 fólkunum, sum búgva í Sola, eru tað hvørt ár um 1.500, sum flyta til og sum flyta frá.
? Tað kemst av, at tað eru so nógv fólk, sum bara koma til býin í styttri tíðarskeið at arbeiða við ávísum verkætlanum og tá ið tey eru liðug, so fara tey aftur.
? Men tað eru alla tíðina nýggjar verkætlanir og henda nógva til- og fráflytingin ger, at tað gongur ein ævigur streymur av vitan ígjøgnum býin og tað gevur eisini okkum, sum búgva fast nýggjar avbjóðingar, ein veldugan íblástur.
? Oljuinntøkurnar hava eisini gjørt, at vit hava fingið ráð til ein sosialpolitikk, og ein mentapolitikk, har vit geva teimum eldru góð kor at liva undir og teimum ungu góðar skúlar at ganga í.
? Vit hava eisini skúlar, sum nýliga hava fingið doktaraheiti og sum arbeiða fram ímóti at fáa universitetsheiti.
Eli Hellestø sigur, at tilsamans eru eini 12.800 arbeiðspláss í Sola Kommunu.
Av teimum eru 8.000 arbeiðspláss í oljuvinnuni.
? Sostatt er tað greitt, at vit eru ógvuliga bundin at oljuvinnuni.
? Men, hvat skuldu vit havt gjørt uttan hana, leggur hon afturat.
Gera tit so nakað fyri at fyrieika tykkum til tann dagin oljukeldurnar eru tømdar?
?Ja, tað gera vit. Vit hava hesi árini arbeitt upp eitt ógvuliga høgt kunnleikastøði og vitanarstøði í kommununi og tað er m.a. nakað, sum vit kunnu selja til onnur lond- m.a. Føroya, og vit hava væl útbúgvin fólk, sum arbeiða víða um í heimi.
? Tí nógv av hesari vitan kann brúkast á øðrum økjum í samfelagnum eisini, m.a. m.a. annað til at byggja brýr, tunlar og annað.
? Hetta er ein stór avbjóðing, sum vit samstarva við aðrar grannakommunur um at finna framtíðarmøguleikar.
Annars takkar Eli Hellestø fyri nakrar frálíkar dagar á Tvøroyri.
Tey hava verið runt í Suðuroynni og jóansøkan var eitt upplivilsi. Allastaðni, har vit eru komin, hevur blíðskapurin verið óførur, so hetta hevur verið ein sera væleydnað ferð, sigur hon.
Avtalan
Vinabýaravtalan ímillum Sola og Tvøroyri, er soljóðandi:
Sola kommune, hvor Norge ble samlet til ett rike i 872-vikingetiden- og Tvøroyrar kommuna, hvor befolkningen er etterkommere av norkse vikinger og hvor språket står de vestnordiske dialektene nær, særlig i Rogaland, vil med denne venskapskommune-avtalen formalisera vårt samarbeid i fremtiden.
Kommunerne vil samarbeide innenfor erhverv, kultur og sport m.m.
Sola kommune og Tvøroyrar kommune er av den oppfatning, at de er forpliktet til å yte bidrag til å fremme respekt og forsåelse mellem det norske og færøyeske folk. De vil sette deres lit til, at beboerne i begge kommuner på grunnlag av en felles tradisjon vil arbejde for en positiv fremtid i deres hjemland som gode naboer i et Europa, preget av fred og firhet.
I denne ånd blir det gjennem dette dokument sluttet et venskabsforhold mellom Sola kommune og Tvøroyrar kommune, samtidig som det blir avgitt et løfte, til en hever tid å fremme nære personlige forbindelser for gjensidig forståelse og samarbejd til våre innbyggeres beste.










