At sáa hatur og mistreysti

Vit hava á hesum stað seinastu dagarnar nýtt høvi at viðgjørt støðuna, sum landsins leiðandi flokkur hevði til svarta meirilutan í Suðurafrika tey árini, tá hvíti minnilutin kúgaði og trælkaði svarta meirilutan.

 

Vit hava eisini víst á tað øvugta í tí, at júst ein Fólkafloksløgmaður skuldi vera teirra millum, sum Nelson Mandela skuldi hitta á takkarferð síni í Norðurlondum.

Men skriving okkara er ikki tilvildarlig - tí vit minnast væl støðuna fyri 10-11 árum síðani, tá blað okkara var í miklum orðastríði við málgagn løgmans, sum beinleiðis stuðlaði apartheidpolitikkarunum, og sum skírdi fonglsaða Nelson Mandela drápsmann.


Hóast løgmaður í útvarpinum fyri Danmarkferðina lat orð falla um, at hann sá ikki tað stóra í at hitta Nelson Mandela, so segði hann nakað annað við bæði Sosialin og við útvarpið á miðdegi í gjár. Hann vísti á, at tað var ein serstøk løta fyri seg sum Føroya Løgmann at hitta Nelson Mandela, sum hann metti vera ein av heimsins best umtóktu persónum.


Eisini vísti løgmaður á, at uttan Nelson Mandela, so hevði ikki borið til at fingið demokrati í Suðurafrika uttan blóðugt borgarastríð.


Vøkur orð, harra løgmaður - orð, sum standa í andsøgn til politiska málgagn Fólkafloksins og politikkin hjá formanni Fólkafloksins á tingi.


Nú kundi verið vert at spurt løgmann, um hetta er nýggja linjan hjá Fólkaflokkinum. Tað kundi verið vert at spurt løgmann, um Fólkaflokkurin fordømir stuðulin, sum málgagn floksins gav stýrinum hjá rasistinum P. W. Botha.


Vísti løgmaður frá sær hatursdyrkanina og mistreystið, sum formaður hansara á tingi hevur sátt seinastu 25 árini, so setti hann seg sjálvan - og ikki minst løgmansembætið í størri respekt.


Vit fara ikki at draga løgmann niður í sugguna hjá stavnamanninum. Men vísa løgmaður og leiðsla floksins ikki aftur víðgongdu sjónarmiðini - so fær løgmaður og leiðsla Fólkafloksins lut í 25 ára longu haturs- og mistreystissáðanini hjá stavnamanni floksins, sum nú er premieraður við at vera floksins leiðari á tingi.