At øll skulu fáa tað sama oyðileggur setursskúlan

– Skúlar hava ymiska siðvenjur viðvíkjandi setursskúla; tí er lítið gagnligt at gera eina skipan, har øll skulu fáa tað sama.

 

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum.

 

Frymilin, sum Mentamálaráðið hevur gjørt í sambandi við játtanina til setursskúlan, hóvar ikki formanninum í Føroya Lærarafelag. Eitt ávíst tímatal er oyramerkt til setursskúla, og tímatalið er roknað út eftir einum miðaltali av tímum, sum allir skúlarnir í landinum hava brúkt til setursskúla.

 

– At deila tímar út eftir skamti heldur enn tørvi er lítil meining í, heldur Herálvur Jacobsen.

 

– Í mínum hugaheimi viðurkennir Mentamálaráðið ikki tann stóra týdning, setursskúlin hevur fyri næmingar. Setursskúlin er ógvuliga góður fyri einstaka næmingin og trivnaðin í einum flokki, og næmingar gleða seg. Tá ið næmingar eru á setursskúla, uppliva teir ymiskt saman við floksfeløgunum og lærarunum, sum teir ikki uppliva til dagligt; teir vitja ymiskt støð í landinum, og flestu næmingar minnast aftur á setursskúlaferðirnar við gleði. Vit tosa ofta um, at vit skulu hava øðrvísi undirvísing inn í fólkaskúlan, setursskúlin livir avgjørt upp til øðrvísi undirvísing. Lærarar taka ofta til, at teir á seturskúla uppliva næmingar á ein heilt annan og oftast jaligan hátt.

 

At gera eina skipan, har tað er líka fyri øll, er ikki gagnligt, tí tað fara altíð at vera skúlar, sum fara nógv á setursskúla, og aðrir, sum fara minni, sigur Herálvur Jacobsen.

 

– Summir skúlar fara við fleiri flokkum, aðrir við færri; tað einasta, sum hesin rokningarfrymilin hevur við sær, er, at færri skúlar fara á setursskúla, rætt og slætt tí ov fáir tímar eru til tað. Nógvir skúlar hava við góðum úrsliti verið nógv á setursskúla, og skulu hesir skúlar brúka nýggja frymilin, merkir tað, at bara nakrir fáir flokkar í skúlanum sleppa nakrar fáar dagar.